Dýri biðidagur og b-vitaminirnar
”Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. ”
Aps. 2,42
Fyri nógvar danskarar er dýri biðidagur ein kærkomin várfrídagur og fyri mong onnur er tað nærum stóri fermingardagurin, har nógvar kirkjur kring landið hava konfirmatiónsdag.
Í meir enn 300 ár hevur fjórði fríggjadagur eftir páskirnar verið fastur biðidagur í donsku kirkjuni fram til 2023, tá danska Fólkatingið viðtók at taka av henda hátíðardag. Hóast dagurin við stórari mótstøðu í danska fólkinum varð tikin av, so er dagurin kortini livandi í tonkunum á mongum dønum enn. Dýri Biðidagur, ella store bededag, sum hann er nevndur í Dk er ein serligur danskur merkidagur, sum ikki var hátíðarhildin í øðrum londum.
Søgan um Stóra biðidag
Hans Bagger er upphavsmaður til ”Store bededag”
Dagurin var ætlaður sum ein bønarinnar serligur dagur, og maðurin aftanfyri hetta var tátíðarinnar størnuskot á teologiska stjørnupallinum í Danmark, professarin og biskupurin, Hans Bagger.
Hans Bagger(1645-1693) varð borin í heim í býnum Lund, sum tá var á donskum hondum. Hann var professari á universitetinum í Lund og longu sum 29-ára gamal fekk hann ovasta kirkjuliga embæti í Danmark sum biskupur Sælands. Christian V, kongur í Danmark bar skjótt eyga við serligu evnini á tí unga Baggeri og tók hann millum annað við í endurskoðanini av Donsku Lóg, men kirkjuliga sæð er tað endurskoðanin av tí sonevndu altarbókini við kirkjunnar ritualum, hann er kendur fyri.
Próvsturin, Holger Villadsen, ið hevur skrivað dýra biðidags-greinina í Den Store Danske Endyklopædi, er gripin av Baggeri og hevur eitt nú eitt uppruna-eintak av 400 ára gomlu altarbók Baggers standandi á síni bókareol. Villadsen greiðir frá, at endurskoðan Hans Baggers millum annað fekk í lag inngangs- og útgangsbønir kirkjunnar – eisini tær, sum verða nýttar á Dýra biðidegi.
Alt arbeiði varð lagt niður á hesum nýggja halgidegi
Dýri biðidagur(Store bededag) varð fráboðaður longu kvøldið fyri við klokkuringing. Tá kirkjuklokkurnar ringdu var tað eitt tekin á krógvum og øðrum støðum um at lata aftur og at tað ikki longur var loyvt at reka handil og annað virksemi. Soleiðis var tað gjørt fyri, at tað skuldi verða gjørligt hjá fólki at koma ódrukkin og rættstundis í kirkju dagin eftir. Føstan vardi til endan av gudstænastuni.
Sum partur av nýggja halgidegnum varð alt arbeiði lagt niður og ikki varð loyvt at fara at ferðast, at spæla, at leika og øll tílík ”verðslig fáfongd”. Bakarameistarnir funnu tískil uppá at baka ”hvedeknopper” hveitibollar dagin fyri, sum so kundu hitast upp og etast Dýra biðidag(Store Bededag)
Dagurin varð vanliga kallaður ”ekstraordinær, almindelig bededag” Eyka biðidagur og hevur í Danmark verið fastur halgidagur fjórða sunnudag eftir páskir síðan 1686. Hesin lógarfesti halgidagur var bert ein av mongum. Í Danmark vóru fleiri minni biðidagar í árskalendaranum.
Holger Villadsen metir ikki, at tað var tilvildarligt at hildið varð dýra biðidagur fjórða fríggjadag eftir páskir. Tá í tíðini helt man fast um siðvenjina av sonevndu gongudøgunum, har gingið varð í heilagari skrúðgongu um markirnar, tá veltan stóð í fullum blóma. Kirkjulig ritualir og tekstlestur varð knýttur til gongudagarnar, ið mest at kalla var ein sonn várveitsla.
Hvat við ”hvederne” hveiti-bollunum?
Bakgrundin fyri at eta fløvaðu ellar hitaðu hveiti-bollarnar kvøldið fyri dýra biðidag í Danmark er, at sjálvur dýri biðidagur jú skuldi vera ein arbeiðsfríur sektar- og biðidagur fyri øll, eisini bakararnar.
Tí bakaðu teir bollarnar kvøldið fyri, so at fólk kundu keypa teir til at eta dagin eftir. Men skjótt gjørdist tað soleiðis, at bollarnir vórðu etnir beinanvegin longu meðan teir vóru heitir, moyrir og broysknir.
Í Føroyum halda vit enn fast um dýra biðidagin sum ein halgidag í okkara kalendara og sama um hann verður hildin ella ikki, so latum okkum ikki gloyma at gera eins og fyrsta kristna samkoman, sum vit lesa um í Áposltasøguni í Bíbliuni, at taka til okkum andaliga føði, tær fýra b-vitaminurnar, sum vit lesa um herundir og sum eru so avgerandi fyri at vit kunnu verða í Kristi Jesusi.
B-VITAMINIRNAR
Emanuel Minos
Eg havi nógvar vinir millum lutheranarar, m.a. Wisløff professara, sum hevur givið mær hesa Bíbliuna, og dr. Ejnar Lundby. Einaferð, tá ið Ejnar Lundby og eg vóru ungir, talaði hann um tær fýra B-vitaminirnar frá Áps. 2,42: Bekennilsið (altso ápostlanna læru), brøðrafelagsskapurin (samfelagið), breyðbrótingin (altargangurin) og bønirnar (bønarmøtini). Á, tær fýra veldigu B-vitaminir, vit kristnu hava í endatíðini, meðan vit bíða eftir Jesu afturkomu.
Eg sigi tykkum, eg bíði ikki eftir oyðingini. Eg bíði ikki eftir atombumbum. Eg bíði ikki eftir yvirgangi. Eg bíði eftir einum brostnum skýggi. Ímeðan mugu vit taka til okkum av hesum sterku B-vitaminunum, og eg skal bara siga eitt sindur um ta seinastu, bønarmøtini.
Latið okkum fara inn í bønina fyri ætt og vinir, sum ikki enn eru frelst. Í okkara familju hava vit gjørt av at savnast eina ferð um vikuna at biðja fyri teimum í familjuni, sum ikki eru frelst. Eg trúgvi upp á kraftina í bønini, eg trúgvi upp á undrið í bønini. Vit liva í endatíðini, tá ið alt, sum hendi á Nóa døgum, skal henda. Men lyftini eiga vit. Lyftini hoyra tykkum og børnum tykkara til, sigur Skriftin. (Áps. 2,39)
Í 40 ár vóru ísraelsmenn úti í oyðimørkini. So fóru teir og tóku lyftislandið. Ein teirra, sum var við, var gamli Kaleb. Hann var 80 ára gamal, og tá byrjaði hann gerning sín. Latið okkum samla okkum um Harrans søk og inntaka lyftislandið. Føroyar skulu uppliva veking. Føroyar skulu uppliva Andans úthelling. Føroyar skulu fyrireikast at møta Jesusi á tí brostna skýnum. Men vit mugu vera tváað í lambsins blóði, hvítari enn snjó.
Kilde:Dansk historisk fællesråd, gengivet i Kristelig Dagblad og Effie Campbell ums.
Edvard Poulsen

