Gud hevur ynskt teg!
„sum vit eisini hava fingið arvalut í eins og vit vóru ætlaðir til frammanundan, samsvarandi fyriskipan hansara, sum virkar alt eftir ráðagerð vilja síns, “
Ef.1,11
Í donsku Bíbliuni “Bogen” stendur at lesa í Efesarabrævinum 1,11: “Vit eru altso útvald at hoyra Kristusi til og hava fingið lut í arvinum samsvarandi tí, sum Gud longu langt síðani hevur avgjørt!”
Í einari enskari umseting “The Message” stendur: “Tað er í Kristusi, at vit fáa greiðu á, hvørji ið vit eru, og hvørjum vit liva fyri. Langt áðrenn vit fyrstu ferð hoyrdu um Kristus, hvíldu eygu hansara á okkum, og hann hevði lagt eina ætlan um eitt undurfult lív til okkara, sum ein part av hansara yvirskipaða ráði, sum hann fær í lag í øllum og gjøgnum alt!”
Hetta versið sigur okkum trý ting um endamál okkara við lívinum:
1. Gud hugsaði um teg, langt áðrenn tú nakrantíð hugsaði um hann. Hann hevði tankar um títt lív, langt áðrenn tú vart gitin.
2. Tú kanst velja tær starv, hjúnafelaga og nógv annað í lívinum, men tú kanst ikki velja endamálið við lívi tínum.
3. Endamálið við lívi tínum passar inn í eitt størri endamál, sum Gud hevur lagt til rættis fyri ævinleikan.
Tú ert ikki ein tilvild. Tín føðing var ikki eitt óhapp. Tað kann væl vera, at foreldur tíni ikki høvdu ætlað sær at fingið teg; men tað hevði Gud. Langt áðrenn tú vart gitin í móðurlívi, vart tú gitin í Guds tonkum. Hann var hin fyrsti, sum hugsaði um teg.
Tú livir, av tí at Gud ynskti at skapa teg. Gud gjørdi av hvønn einstakan lut í likami tínum – hann gjørdi av, hvørjum fólkaslagi tú skuldi koma av, hvønn húðarlit tú skuldi hava, hvussu hár títt fór at verða og allar aðrar lutir í útsjónd tíni. Gud gjørdi eisini av, hvørji evni tú skuldi fáa, og hvussu persónsmenska tín fór at gerast.
Í Sálmi 139,13-14 stendur: “Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi. Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit!”
Hjálp mær at vera takksom, av tí at tú hevur skapt meg soleiðis, sum eg eri!
Ja, Gud hevur lagt eina ætlan, at tú skuldi koma í verðina. Í Sálmi 139 vers 15-18 stendur: “Tú visti alla tíðina, hvar eg var, sjálvt tá ið bein míni vórðu myndað og sett saman í loyniliga dýpinum í móðurlívi. Áðrenn eg varð føddur – meðan eg enn var eitt fostur – visti tú um meg; mínir lívsdagar vóru ásettir, áðrenn nakar av teimum var til. Gud, sum tað er undurfult at vera í tínum endaleysu tonkum, talleysir sum sandskornini við sjóvarstrond!” (Bogen)
Uttan mun til umstøðurnar kring føðing tína, ella hvørji foreldur tíni eru, hevði Gud eina ætlan, tá ið hann skapti teg. Gud visti, at hesi bæði menniskjuni høvdu júst tey genini, teir arvaeginleikarnar, sum vóru neyðugir at skapa tann persónin, sum ert tú.
Sjálvt um tað eru “óektað foreldur”, so eru tað eingi “óektað børn”. Mong foreldur hava ikki ætlað sær at fingið júst hesi børnini, men tað hevur Gud. Gud roknaði við menniskjansligum mistøkum, ja, enntá synd. Gud ger ongantíð eitt mistak. Hann hevur eina ætlan við øllum, sum hann skapar. Allar plantur, øll djór og øll menniskju eru skapað við einum ávísum endamáli. Guds orsøk at skapa teg var kærleiki hansara. Ja, Gud hugsaði enntá um teg, áðrenn hann skapti verðina.
Tað stendur í Efesarabrævinum 1,4: “Longu áðrenn heimurin varð skaptur, elskaði Gud okkum. Áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, útvaldi hann okkum gjøgnum Kristus at vera ogn sína. Í eygum hansara skuldu vit standa sum heilag og lýtaleys!” (Bogen)
Gud gjørdi hesa gongustjørnuna júst soleiðis, at vit kundu vera her. Vit eru í miðdeplinum fyri hansara kærleika – vit eru teir av hansara skapningum, sum hava størst virði. Í Jákups brævi 1,18 stendur: “Av egnum fríum vilja gjørdi hann av at geva okkum tað nýggja lívið við sannleiksorði, fyri at vit av øllum skapningunum, skuldu gerast tey, sum komu at standa í fremstu røð.” (Bogen)
Í dag skalt tú hugsa um, at Gud hevur ætlað teg, ynskt teg og elskað teg! “Regnbuen” Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

