Og eigur tú eitt vinaorð so sig tað nú
”Men ein Sámáriubúgvi, sum var á ferð, hitti við hann, og tá ið hann sá hann, tókti honum hjartaliga synd í honum; og hann fór til hansara og bant um sár hansara og læt olju og vín í, og hann lyfti honum upp á sítt egna djór og flutti hann til eitt gistihús og røktaði hann. Og dagin eftir tók hann upp tveir denarar og fekk vertinum og segði: »Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.« ”
Luk.10,33-35
Eitt mánakvøld í desember mánaði var Njál Djurhuus niðri á Blákrosskaféini. Hann segði frá ymiskum, millum annað frá hesi hending:
Ein fríggjadag sat ein misnýtari niðri í túninum framman fyri Stórtinginum í Oslo. Hann biddaði pengar. Ein kona kom framvið. Hann bað eisini hana geva sær eitt oyra.
“Nei, nei, nei!” rópti hon óð, beint inn í andlitið á honum. So fór hon so nakkafatt víðari. Men tá ið hon hevði gingið nøkur fá fet, fekk hon ræðuligt samvitskubit.
“Hví skal eg partú standa sum ein annar óður leinkjuhundur og goyggja niður í andlitið á honum. Hví kann eg ikki tosa hampiliga við hann?”
Hon vendi við aftur og fór at práta við hann. Tey tosaðu saman eina góða løtu. So sigur hon: “Eg gevi tær ongar pengar, tí eg veit, at teir fara til rúsevni. Men eg ynski tær av mínum innasta hjarta eitt gott vikuskifti.”
Tá sigur hann: “Takk fyri, at tú tosaði við meg. Í seks vikur hevur eingin tosað við meg. Tú ert hin fyrsta, sum í seks vikur ert staðgað á og hevur givið tær stundir at práta við meg.”
Henda konan hevði so ringa samvitsku um gerð sína, at hon fór beint inn í hølið hjá frelsunarherinum og segði frá hesi hending.
Men hvat eru vit fyri menniskju? Vit megna at koma upp á mánan, og vit megna at koma niður aftur; men vit duga ikki at tosa við hann ella hana, sum liggur niðri í veitini fram við lívsins landavegi.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

