Ævigi vísdómur Bíbliunnar (2 av 2 pørtum)

Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg (3. Mós. 19,18)

Mong halda, at hesin háborni tankin kom fram á fyrsta sinni í Nýggja Testamenti, men orðið stendur í Triðju Mósebók. Tað, sum millum annað vekur áhugan hjá einum sálarlækna her, er tann kunnleikin, at eitt andaliga sunt menniskja skal elska bæði seg sjálvan og onnur.

 

Vantandi sjálvsvirðing er helst tann mest vanliga kensluliga órógvin, sum eg viðgeri. Í mongum førum er tað trýst frá undirvitskuni, sum er atvoldin til hesa undirlutakensluna. Latið okkum hugsa okkum, at ein kona kemur til mín, nívd av skuldarkenslu. Tað, hon hevur gjørt, fái eg sjálvandi ikki gjørt ógjørt. Men kanska kann eg hjálpa henni at skilja, hví hon gjørdi tað, og hvussu hon verður lammað av tí samvitsku-mekanismuni, sum arbeiðir undir tí tilvitandi stiginum. Og eg kann biðja hana lesa og granska søguna um burturvilsta sonin. Hvussu kann nakar kenna seg æviga fordømdan og vrakaðan í einum heimi, har hesin undurfulli boðskapurin hevur ljóðað í øldir, boðskapurin um, at Guds kærleiki er nóg sterkur at bera yvir við allar syndir, øll mistøk?

 

Stúrið ikki fyri morgindegnum (Matt. 6,34)

Ein nútíðar orðing av hesum sama tankanum kundi ljóða: “Gevst við at bera ótta fyri framtíðini.” Stúran og ótti gera, at tú spennir, og hesin stívleiki og hetta spennið gera, at streymurin av skapandi orku úr undirvitskuni steðgar. Og tá ið tann skapandi orkan viknar, tá fleirfaldast trupulleikarnir.

Flest øll vita, at tað nyttar ikki minsta sindrið at stúra fyri framtíðini. Kortini eru tey mong, sum í heilum stúra fyri degnum í morgin. “Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu,” sigur Bíblian. Matt. 6,34. Tað er nóg mikið av trupulleikum í løtuni, sum krevja at verða loystir nú. Tað er bara í løtuni, vit av sonnum liva, royn tí at fáa sum mest burtur úr henni! Royn at líta á, at tann maktin, sum hevur leitt okkum higar, sum vit standa í dag, fer at hjálpa okkum at vinna á øllum framtíðar kreppum. “Men tey, sum bíða eftir Harranum,” sigur Jesaja 40,31, “fáa nýggja kraft. Tey lyfta veingirnar sum ørnin.” Og hví? Jú, tí at trúgv teirra hjálpir teimum tvørtur um ótta og stúran.

 

Tí, sum hann hugsar í sál síni, soleiðis er hann (Orðt. 23,7)

Tað er í Orðtøkum Sálomons, at vit finna hesa gløggu ávísing, at tað hevur ikki so nógv at siga, hvat ið tú heldur, at tú hugsar. Tað, sum hevur týdning, er tað, sum tú av sonnum hugsar. Hetta fái eg váttað á skrivstovuni hvønn dag. Síðstu viku tosaði eg við eina konu, sum hevði gift seg undir koreakrígnum. Maður hennara var tiltaks-yvirmaður og fór sjálvboðin í hertænastu. Tá ið hann fór í kríggj, sat hon eftir og var upp á vegin. So fall hann, og øll ábyrgdin fyri nýfødda soninum hvíldi á henni. Tá ið nøkur ár vóru farin, giftist hon aftur; men nú hevði hon trupulleikar av fimtan ára gamla soninum. Tað sást skilliga, at hon fór ógvuliga strangliga og kaldliga við honum.

“Hví eru tygum so strang og hørð við hann?” spurdi eg.

“Av tí at eg ikki vil hava ein spiltan son,” svaraði hon í stundini aftur.

“Hava tygum nakrantíð hugsað um,” segði eg, “ at tá ið maður tygara fór sjálvboðin og fall í krígnum, meðan tygum sótu eftir full upp undir hendur, so kom sinnið í tygum, og tygum fóru at hata hann? Og er tað ikki væl hugsandi, at eitt sindur av hatrinum er ført yvir á barnið, sum hann læt tygum sita eftir við, hóast tygara tilvitandi eg ongantíð hevur viljað viðgingið tað? Hyggið inn í tygum sjálvan og leitið eftir sannleikanum har, niðri undir skilinum, sum fer fram á tí tilvitandi yvirflatuni. Áðrenn tygum hava gjørt tað, koma vit ikki úr stað við trupulleika tygara.

 

Tí at har, sum skattur tín er, har vil eisini hjarta títt vera (Matt. 6,21)

Jú, sjálvandi. Tað er av allarstørsta týdningi, hvat ið vit læra at elska her í lívinum, tí tað er so lætt hjá okkum at gerast ein spegilsmynd av tí, sum vit tráa eftir. Elskar tú pengar? Tá metir tú alt út frá einum materialistiskum málistokki. Dámar tær at hava vald? Tá fer títt ágangandi lyndi so við og við at verða við yvirlutan. Men um tú óttast Gud og elskar næsta tín, tá fert tú helst ongantíð at hava tørv á at søkja tær hjálp hjá einum sálarlækna.

 

Vit sálarlæknar ávara móti at halda illsinni og hatri niðri. Vit vita, at óloystar ósemjur í undirvitskuni kunnu gera okkum likamliga sjúk. Hvussu verður tað sagt í Bíbliuni? “Latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara,” (Ef. 4,26 V.D. ums.) og “Glatt hjarta gevur heilsubót góða.” (Orðt. 17,22) Nettupp! Tað er eingin endi á teimum ævigu sannleikunum, vit finna her.

 

Um eg bleiv biðin at finna tað bíbliuorðið, sum hevur størri týdning fyri meg enn øll onnur, so er tað hetta: “Og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.” (Jóh. 8,32) Í hesum eina talandi setninginum er øll læran og arbeiðshátturin hjá sálarviðgerðini. Fólk koma til mín, pínd av skuldarkenslu, nívd av bangilsi, tyngd til jarðar av óloystum hatri, og í níggju av tíggju førum gerst skjótt greitt, at tey ikki kenna sannleikan um seg sjálvan.

 

So verður tað uppgávan hjá sálarfrøðinginum at taka burtur innballingina, at beina fyri sjálvssviki og umberingum. Hann má taka ósemjurnar upp úr undirvitskuni og lata vanligt vit og skil taka sær av tí. Sum Freud segði: “Røddin í vitinum er ikki serliga hørð, men hon er áhaldandi.” So títt og knapt sjúklingurin er farin at kenna seg sjálvan, so byrjar grøðingin – tí sannleikin kann av sonnum seta okkum í frælsi.”

Dr. med. Smiley Blanton “Maran Ata Bladet” Effie Campbell umsetti