Nýtt ungdómsarbeiði byrjað í Suðuroy

Hósdagin 8. mai varð fyrsta ungdómsmøtið hjá Missiónsungdómi Suðuroy hildið í Missiónshúsinum á Tvøroyri. Umleið 30-40 ung møttu til fyrsta møtið, sum er byrjanin til eitt nýtt ungdómsarbeiði í oynni.

Arbeiðið er staðbundið knýtt at missiónshúsunum í Suðuroy og er samstundis partur av landsarbeiðinum hjá Heimamissiónsungdómi, HMU. Ætlanin er, at ungdómsmøtini hereftir verða hildin kl. 21 skiftivís í Missiónshúsinum í Porkeri og Missiónshúsinum á Tvøroyri.

Sambært Josva Højgaard byrjaði tað heila við, at pápi hansara, Jógvan Højgaard, trúboðari, fekk endurnýggjaða neyð og eldhuga fyri ungdómsarbeiðinum.
– Soleiðis sum eg minnist tað, byrjaði tað við, at babba aftan á eitt møti ella onkran felagsskap veruliga bleiv heitur aftur upp á ungdómsarbeiði, at nú skuldi okkurt henda, sigur Josva Højgaard.

Síðani tosaði Jógvan Højgaard við Kartin Høgnesen, ungdómsráðgeva í HMU, um at koma suður og vera við til ein fund um ungdómsarbeiði saman við fleiri, sum høvdu áhuga fyri ungdóminum. Fyrst varð ein størri fundur hildin, og síðani ein minni fundur 16. mars, har tey ungu sjálv fingu orðið. Har varð ein nevnd skipað, bygnaður lagdur fyri ungdómsmøtini, og ein dato varð settur fyri fyrsta møtið.
Fram móti byrjanini hava tey ungu møtst regluliga til bíbliubólk fyri bæði at læra hvørt annað betur at kenna persónliga og andaliga og fyri at fyrireika ungdómsmøtini.

LES EISINI  HMU Lovsongur – Fest títt eyga á Jesus

Á fyrsta møtinum varð boðið vælkomið, biðið, sungið og talað. Jógvan Højgaard talaði um evnið Dýrabara perlan. Eftir møtið var drekkamunnur, prát og borðspøl, og fleiri vórðu verandi eina góða løtu.

Josva Højgaard sigur, at fyrsta møtið gekk sera væl.
– Alt gekk sum fótur í hosu. Nógv nýggj, sum ikki hava verið sædd aðrastaðni á møti, komu, og fleiri eldri ung frá brøðrunum komu eisini fyri at hjálpa okkum á glið, sigur hann.

Endamálið við arbeiðinum er bæði at røkka teimum ungu, sum ikki eru von at koma til møti, og at styrkja tey, sum longu eru partur av einum kristnum felagsskapi.
– Ynskja at fáa tey at sameinast aftur við Guð, har vit øll hoyra til. Tey, sum so longu eru frelst, ynskja vit at styrkja og uppmuntra, sigur Josva Højgaard.

Tá hann verður biðin um at seta orð á dreymin og visiónina fyri arbeiði, svarar hann stutt:
– At heysta inn akurskurðin her suðuri.

LES EISINI  Volontørur eftir summarið – ger ein mun í ungdómsarbeiðinum

Missiónsungdómur Suðuroy er eisini at finna á Facebook og Instagram.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina