Spurnartekin og rópitekin

”Men hann segði við hann: » »Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!« Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!« ”
Matt.22,37-39

 

 

Emanuel Minos

Hvat var tað, sum serliga eyðkendi Nóa-tíðina, og sum eisini skal eyðkenna endatíðina? Jú, eitt líðandi fráfall frá Gudi. Fráfallið er í tveimum stigum. Tað fyrra lesa vit um í 1. Mós. 3,1, og eg skal bara lesa eina reglu: “Man nú Gud hava sagt?” Hetta er fyrstu ferð, at teologiin kemur inn í søgu mannaættarinnar.

 

Tá ið Jesus verður freistaður av djevlinum úti í oyðimørkini, so hendir nakað undurfult har. Staðin fyri slanguna, sum myndar eitt spurnartekin og spýr út sítt eitur, síggja vit við okkara andaligu eygum eitt rópitekin, tá ið Jesus rópar: “Skrivað stendur!” Tað er sum eitt snarljós kemur úr himli og beint niður, og jørðin er tann rundi prikkurin undir rópitekninum.

 

“Skrivað stendur,” rópti Jesus. Gud fái lov. Eg trúgvi, at øll Bíblian er Guds innblásta orð, givin teimum heilagu til allar tíðir, og orðini í henni eru í gildi eisini fyri okkum í dag. Guds orð er sum eitt snarljós, ið slær niður: “Skrivað stendur…” Matt.4,4

 

Um vit hyggja gjøllari at syndafallinum, so síggja vit, at ábyrgdarkenslan og næstakærleikin hvørva. Vit lesa í 1. Mós. 4,9: “Hvar er Ábel, bróðir tín?”. Tað er Harrin, sum setir Káini henda spurning. Káin veit, hvar ið hann er, tí hann hevur dripið hann. Gud veit tað eisini; men hann setir Káini henda spurning, tí hann vil hava ábyrgdarkensluna fram í honum. “Hvar er bróðir tín?” Hesin spurningur grípur djúpt inn í okkara samband við næstan.

 

Men Káin svarar aftur: “Eigi eg at varða um bróður mín?” Ja, vit eiga at varða um okkara brøður og systrar. Í 1. Jóh. 4,11 lesa vit: “Hevur Gud soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan.” Tað sigst, at hatta orðið “eiga”, kann umsetast við: eru vit skyldug, tvungin at elska okkara næsta.

 

Á, mær leingist eftir einari andans úthelling, har næstakærleikin grípur djúpt inn í hjørtu okkara í hesum tíðum, har vit merkja, at tær somu andskreftirnar, sum gjørdu seg galdandi á døgum Nóa, gera um seg í dag. Lurtið gjølla eftir tí, sum eg sigi nú: Trúskapur móti Guds orði og kærleikin til næstan er tað týdningarmesta í einum sonnum gudssambandi! Fariseararnir vóru trúgvir móti Guds orði, men høvdu ikki næstakærleika, tá verður tað hykl. Vit skulu vera trúgv móti Guds orði og hava ein sannan kærleika í hjarta okkara mótvegis okkara brøðrum og systrum og okkara umhvørvi. Tað tvingar okkum at fara út á missiónsakrarnar at boða evangeliið. Tað tvingar okkum at spreiða evangeliið til ytstu endamørk á jørðini. Av tí at Gud hevur elskað so nógv, eru vit tvungin at elska næstan.

Í talu sínari um endatíðina sigur Jesus: “Av tí at lógloysi økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu.” Matt. 24,12.

 

Vit vanæra og dálka tey, sum mistaka seg og snáva. Vit reypa, av tí at vit ikki hava deyðarevsing her í Noregi, og tað skulu vit takka Gudi fyri. Men, vinir, ofta eru fjølmiðlarnir sum ein almennur gálgi, og menniskju orka ikki pressið, tað stendur um lív. Eg biði Gud um eina veking, sum skal grípa inn í fjølmiðlarnar eisini. Vit hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Gud hevur lagt tað niður í okkum, at vit skulu boða orðið, men vit skulu eisini elska hvør annan í hesi tíðini, sum eisini er Nóa-tíðin, og sum skal samsvara við tíðina fyri Jesu komu.

Effie Campbell umsetti