Frelstur gjøgnum Aðru Mósebók
„Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland. “
2.Mós.12,13
Fimm tær fyrstu bøkurnar í Bíbliuni eru nú týddar til turkmenisk. Tær eru 1. – 5. Mósebók. Úr Turkmenistan hava vit fingið henda vitnisburð, sum sigur okkum, hvat ið hendi, tá ið ein ungur maður fór undir at lesa Aðru Mósebók á sínum móðurmáli.
Av tí at tey kristnu í landinum javnt og samt verða hótt og forfylgd, hava vit orðað henda vitnisburð soleiðis, at eingin skal kenna persónarnar aftur. Og her kemur so vitnisburðurin:
Síðstu viku vitjaði ein ungur turkmeniskur muslimur heim mítt. Vit fóru inn í stovuna at práta. Á borðinum lá barnabíblian hjá dóttur míni. Bíblian lá opin, og hesin ungi maðurin sá beint niður á eina mynd av Mósesi, sum klývur Reyðahavið sundur í tvey.
“Hó, eg kenni hasa søguna,” segði hann.
Júst tann morgunin hevði eg lisið í Mósebókunum, sum eru týddar til turkmenisk og givnar út í einari bók, so hon lá undir liðini á barnabíbliuni á borðinum. Eg segði: “Lat meg vísa tær søguna.” Eg læt Aðru Mósebók á turkmeniskum upp og spurdi hann, um hann dugdi at lesa hetta.
Hon talar til mítt hjarta og mína sál Hann var skelkaður, av tí at bókin var á turkmeniskum. Hann svaraði: “Ja, wow, eg dugi at lesa hana.” Í fyrstuni las hann stamandi, og hann segði: “Eg havi ikki lisið í 10 ár.” Hann helt á at lesa, og eg sá, at hann brádliga skilti tað, hann las. Hann las nøkur fá reglubrot í senn og kundi so siga okkurt, so sum: “Wow, Gud verjir Ísrael. Eg skilji hetta. Hetta er á mínum máli!”
Hann helt á at lesa, og tá ið hann hevði lisið í umleið ein tíma, steðgaði hann á og segði: “Genta mín plagdi at lesa Bíbliuna á russiskum; men so frætti hon, at tú kundi enda í fongsli, og tí gavst hon. Men nú tá ið eg sjálvur eri førur fyri at lesa í henni, skilji eg betur, hví hon hevði slíkan áhuga í hesi bók. Hetta er tann mest áhugaverda bókin, eg havi lisið í. Henda bókin er á mínum máli, og hon talar til hjarta mítt og sál mína. Eg fái ikki nóg mikið av henni.”
Hann fall á knæ.
Eg segði honum, at tað var neyðugt, at hann las eitt sindur fremst í hesi søguni, fyri at tað skuldi geva meining, og eg blaðaði aftur til søguna um páskamáltíðina. Hann las stykkið um páskalambið og um deyðans eingil, sum gekk fram við teimum húsum, har blóðið var smurt á durastólparnar. Tá ið hann las tað, segði hann: “Hetta boðar okkum um Jesus. Hetta talar um hansara offur fyri meg, so at eg ikki skuldi doyggja! Hann læt seg knúsa og gav blóð sítt, so eg kundi liva!”
Tað var stuttligt at síggja, hvussu Guds heilaga orð arbeiddi í hjarta hansara. Eg hugdi upp á hann og segði: “Ja, hatta er ein mynd av Jesusi og hansara offur fyri teg.” Orðini raktu hann hart, og tár komu í eygu hansara, og hann hevði gásarhold um allan kroppin. So reistist hann, segði farvæl og rann út. Tey næstu fýra kvøldini kom hann inn á gólvið, og hvørt kvøld segði hann: “Eg orki ikki at bíða, eg má koma aftur nú at lesa meir í teirri heilagu bókini á mínum máli.”
Tá ið hesin ungi maður kom til endan á søguni um Móses, sum gekk gjøgnum Reyðahavið, segði eg honum, at hann kanska var ein av teimum fáu, sum nakrantíð hevði lisið í hesi bók á sínum móðurmáli. Hann gjørdist skelkaður og svaraði: “Okkum er tørvur á, at øll fáa atgongd til hesa bók.”
Tá ið vikan var at enda komin, fall hesin ungi maður niður á síni knø og tók ímóti Jesusi Kristi sum sínum Harra og Frelsara. Takk fyri tykkara strævna arbeiði at týða Mósebøkurnar til turkmensk. Tykkara arbeiði er ikki nyttuleyst.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

