Jesus sá hugsan teirra

„Og tá ið Jesus sá hugsan teirra, segði hann: »Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? “
Mat. 9,4

„Men við tað at hann kendi hugsan teirra, segði hann við teir: »Hvørt ríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við. “ Matt. 12,25

 

Minnist meg rætt, var tað D. L. Moody, sum einaferð á einum møti spurdi: “Hvat hevði tú sagt, um tú fekst hugsanir tínar skrivaðar upp á henda veggin, so øll sóu tær?” Mundu vit ikki helst viljað sloppið undan, at hugsanir okkara soleiðis skuldu avdúkast? Hvat høvdu menniskju hildið um okkum, um tey kendu allar hugsanir okkara? Men hvussu heldur tú, at Jesus lítur at okkum? Hann kennir allar hugsanir okkara. Hann lesur tær, sum las hann í einari opnari bók. Jesus ger okkum tað eisini heilt greitt, at “úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan.” Matt. 15,19.

 

Í Matt. 12,34-35 sigur Jesus víðari: “Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illi goymslum.”

 

Vit vilja so víst ikki verða mett sum ónd, og kortini vísir Guds orð okkum, at sjálvt trúgvandi menniskju tørva at fáa eina ávaring í so máta. Í Hebr. 3,12 lesa vit: “Gevið gætur eftir, brøður, at tað ikki í nøkrum tykkara skal vera eitt vont vantrúarhjarta, so at hann fellur frá tí livandi Gudi!”

“Trompeten for Kristus” Effie Campbell umsetti