Eini góð ráð

„Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: »Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« “
Matt.28,18-20

 

 

Irene og Daniel Kort koma bæði úr Týsklandi. Sjálvt um røturnar eru úr Týsklandi, búðu foreldur og ommur og abbar í fleiri ættarlið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Eftir at foreldur teirra fluttu aftur til Týsklands, vóru øll við lív og sál uppií at fáa Bíbliur til tey kristnu handan jarntjaldið. Irene og Daniel hava somu visjón, at bera Guds orð til teirra, sum tørva tað mest. Vit gerast bilsin, tá ið vit hoyra, hvussu tey fingu kall til Sri Lanka:

 

Daniel greiðir frá: “Tá ið vit giftu okkum, fingu vit eini góð ráð frá einum vini. Hann segði, at vit skuldu seta okkum fyri og átaka okkum at biðja fast fyri einum missiónslandi og stuðla tí. Vit høvdu ikki hugsað okkum sjálv at gerast trúboðarar; men vit skrivaðu nøvn á fleiri londum í Miðeystri og Ásia á pappírslepar og løgdu teir í eina skál.

 

Vit tóku ein lepa, og har stóð Sri Lanka. Vit vistu einki um Sri Lanka og heldur einki um tørvin har, so hetta valið festi als ikki í okkum. Vit sleptu tí lepanum niður aftur í skálina, vavdu væl runt og drógu av nýggjum ein lepa. Á lepanum stóð Sri Lanka. Vit gjørdust eitt sindur bilsin; men áhugin gjørdist ikki størri av teirri grund. Vit løgdu lepan niður aftur í skálina, rótaðu runt og drógu enn eina ferð. Á lepanum stóð framvegis Sri Lanka.

 

Hetta kundi ikki vera tann bera tilvild. Vit gjørdu tí av at seta okkum inn í viðurskiftini á Sri Lanka og biðja fyri landinum. Men vit kendu ongan, sum arbeiddi í hesum landi, og long tíð gekk, áðrenn vit komu í samband við nakran, sum hevði nakað persónligt samband við Sri Lanka.

 

Eg, Daniel, eri útbúgvin elektroteknikkari, Irene hevur við roknskap og skrivstovufyrisiting at gera. Av tí at vit á ein ellan annan hátt vildu hava okkurt við missión at gera, hugsaðu vit, at tað hevði verið ein fyrimunur at duga betur enskt, so vit gjørdu av at fara á bíbliuskúla í Amerika. Tá fóru vit samstundis at duga betur enskt. Vit stórtrivust í Amerika og fingu gott samband bæði við næmingar og lærarar.

Ein dagin kom ein lærari til okkara og segði: “Eg havi samband við ein bólk, sum rekur eina missiónsprentsmiðju á Sri Lanka. Høvdu tit havt áhuga fyri tí?”

 

Vit hugdu bara hvørt upp á annað og fingu ikki orðið upp. Vit bóðu kortini um at fáa meir at vita um hesa verkætlanina. Vit fingu tilfar sendandi, og jú meir vit hoyrdu, jú størri áhuga fingu vit fyri hesum missiónsarbeiðinum. Nú hava vit verið ein túr á Sri Lanka, og vit hava avgjørt at fara inn í hesa tænastuna at arbeiða á prentsmiðjuni hjá missiónini.”

 

Hetta vóru eini góð ráð hesi ungu fingu, tá ið tey fóru undir hjúnalagið og skuldu seta sítt egna heim á stovn. Men hvussu er vorðið við okkum? Sum kristin, rokna vit okkum sum ferðafólk, turistar, her á foldum? Ella rokna vit okkum sum íbúgvar í Guds ríki? So mugu vit fara til verka við báðum beinum niðri á jørðini og hjartanum í himli.

“Litteraturmisjonen” Effie Campbell umsetti