Maðurin, sum varð sendur ørindi fyri Harran

„Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara. “
Jóh.10,4

 

Ein menniskja, sum biður nógv, verður fastari knýtt at Jesusi. Hann kemur at kenna Jesus betur og skilja rødd hansara. Vanliga biðja menniskju tvær ferðir um dagin, á morgni og á kvøldi. Men tað eru menniskju, sum biðja fleiri ferðir gjøgnum dagin. Tey senda eina lítla bøn ella eitt suff upp til Jesusar, meðan tey arbeiða. Tey liva líka sum allan dagin í bønini.

Eitt kvøldið vitnaði ein maður. Hann segði frá einari hending, sum hann hevði upplivað fyri nøkrum árum síðani. Hann skuldi fara út á Norðasta Horn og hevði fingið nakrar ungar menn at koyra seg. Hann loypur so úr bilinum, tá ið teir eru komnir til hesi umrøddu hús, og hinir koyra avstað aftur. Tá ið hann tekur í hurðina, nú er læst. Tað var ikki komið honum til hugs at ringt, áðrenn hann fór frá húsum, tí tað var altíð onkur inni her.

Hvat høvdu tú og eg gjørt í hesari støðuni? Vit høvdu saktans verið ørg, av tí at vit nú máttu ganga allan vegin heim í Havnina, ella kanska høvdu vit farið at leita okkum eftir einum bussi. Hesin maðurin gjørdi hvørki. Hann snaraði um hornið á húsunum og fór at biðja.

“Hetta var løgið, Harri,” bað maðurin. “Hetta er ongantíð hent meg fyrr. Einki er av tilvild í einum gudsbarnalívi. Ert tú uppi í her? Vilt tú mær okkurt?”

Hann hevði ikki meir enn úttalað hesi orðini, tá hoyrdi hann eina rødd tosa við seg, klárt og skilliga, sum tá ið tú hoyrir onnur fólk tosa. Hetta var Harrin, sum tosaði, og hann segði eittans orðið: “Sjómansheimið!”

Maðurin fór til gongu beinanvegin, og meðan hann gekk, kom hann at hugsa um, at hann átti ein skyldmann, sum gisti á Sjómansheiminum í løtuni. Skyldmaðurin var illa fyri, tí hann hevði mist bæði foreldur síni eftir stuttari tíð.

Tá ið maðurin kom oman á Sjómansheimið, spurdi hann gentuna aftan fyri diskin, um hesin umrøddi skyldmaðurin var inni. “Bíða mær eitt sindur,” svaraði gentan og hugdi eftir í lyklahillini. “Jú, hann er inni.”

Maðurin kvikaði sær so upp á kamarið. Tá ið hann tekur í lásið uttanfyri, tekur onkur annar í lásið innanfyri, og har møttust teir á gáttini. Tað fyrsta, skyldmaðurin sigur, er: “Tú ert sendur!”

“Ja,” segði hann. “Eg eri sendur!” Síðani segði hann honum, hvat ið hann hevði upplivað.

Tá tekur hin hondina niður í lumman og kemur upp aftur við einum tablettglasi. “Eg var so niðurundirkomin, at eg ætlaði mær at svølgja allar hesar tablettirnar og gera tað liðugt!”

Teir tosaðu so saman, og hann fekk hjálpt honum.

Ja, soleiðis kann Harrin brúka okkum, um vit vilja lata okkum brúka. Tað, sum um ræður, er, at vit halda okkum so nær til hansara, at vit kenna rødd hansara millum allar aðrar røddir.

Effie Campbell