Ævinleikin er lagdur inn í okkum

Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men tó so at menniskjan ikki er før fyri at skilja tað verk, sum Guð ger, frá upphavi og til enda.
Præd. 3,11

 

 

Emanuel Minos

“Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra.” So leingi sum menniskju hava livað á hesi jørð, hava tey trúð á eitt lív handan deyða og grøv. Eg havi lisið nógv og granskað, hvat ið vantrúgvandi vísindamenn siga um hetta evnið, og tað vísir seg, at í teimum fimm varaldarpørtunum, har fólk búgva, hava menniskju frá fyrndartíð trúð á eitt lív handan deyða og grøv.

 

Vit skulu nú taka heimspartarnar ein fyri og annan eftir. Fyrst taka vit Evropa. Í 1904 varð norska Osebergskipið grivið út, og í 1933 fór pápi við mær, sum tá var ein smádrongur, at hyggja at hesum 22 m langa skipi. Beinagrindirnar av tveimum konum lógu í skipinum. Onnur hevur helst verið drotning og hin húshjálp hennara. Alskyns hugsandi lutir frá einum veitsluvogni til bakiamboð vórðu stúgvað niður í hetta skip. Tá ið pápi spurdi Brögger, hví norðbúgvar gjørdu hetta, svaraði hann: “Víkingarnir trúðu á eitt lív eftir deyðan. Víkingarnir trúðu á ævigt lív handan deyða og grøv.”

 

So fara vit til Ásia. Eg var einaferð í Japan, og tað var ein spennandi ferð. Har eru mong buddistar. Teir trúgva, at fólk verða endurfødd, fødd aftur og aftur. Tá ið teir doyggja, er ikki liðugt, tá er eitt nýtt lív handan deyða og grøv.

 

So koma vit til Avstralia. Upprunafólkið stóð á einum lágum menningarstøði. Tey dugdu bara at telja upp í 6. Men tey høvdu greiðar áskoðanir um tað æviga lívið. “Einaferð var samband millum himmal og jørð,” søgdu tey, “men tað sambandið varð brotið.” Tað, teir søgdu frá, minti nógv um skapanarsøguna í Bíbliuni. Vísindamenn stóðu bert og gapaðu, tá ið teir funnu út av hesum. Teir vistu altso um hitt mista paradísið at siga og lív handan deyða og grøv.

 

So taka vit Amerika. Indiánararnir bæði í Mayaríkinum og Inkaríkinum høvdu eina greiða mynd av einum frelsara. Hann skuldi koma tvørtur um havið og hava ein annan húðarlit. Vit kunnu siga, at teir høvdu eina týðiliga messiasmynd og vissuna um lív handan deyða og grøv.

 

At enda koma vit til Afrika, til Egyptalands. Upprunafólkið har hevði høga mentan. Fyri 3342 árum síðani doyði hin 18 ára gamli kongurin Tutankahmon. Grøv hansara er funnin í okkara tíð. Hann hevði eina deyðsgrímu, tað er ein formur, ið verður stoyptur eftir andliti á líki. Hon var úr reinum gulli. Á henni stóð: “Gjárdagurin er farin, og morgindagin havi eg sæð.” Gomlu egyptararnir trúðu á æviga lívið handan deyða og grøv.

 

Eg spyrji evolutionistarnar, teir, sum trúgva, at alt er komið av sær sjálvum, eg spyrji ateistarnar, sum hvørki trúgva á Gud ella nakran himmal, eg spyrji teir liberalu teologarnar, sum hava skorið burtur av Bíbliuni hjá okkum fleiri ferðir: “Hvaðani hava hesi menniskjuni um allan jarðarknøttin fingið hetta frá, at tað er eitt lív handan deyða og grøv? Tað eru høv, sum skilja tey, tað eru fleiri øldir, sum skilja tey, tað eru mentanir, sum skilja tey. Summi eru á høgum menningarstøði og byggja pyramidur, meðan onnur nóg illa duga at rokna. Men øll hava tey eina greiða vissu um, at lív er eftir deyðan. Frá hvørjum hava tey fingið tað?”

 

Eg havi bara eitt svar, og tað er svarið, sum klókasti maður, ið nakrantíð hevur livað á hesum foldum – og hann hevði guddómligan vísdóm – skrivar í Prædikaranum: “Eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra.” Præd. 3,11. Skuldu vit sagt hatta í hesum teldutíðum, so høvdu vit sagt: “Menniskjan er kodað at liva í ævir.”

 

Skulu vit ikki fyrireika menniskju til hetta? Tá ið fólk seta seg í bilin, spenna tey seg í trygdarbeltið, tá ið tey fara í opnan bát, fara tey í bjargingarvest. Skuldu vit so ikki tryggja okkum ævinleikan og bjóða Jesusi at komið inn í okkara hjarta sum Harra og Frelsara? “Tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.” Róm. 9,33. Kæra menniskja, tryggja teg, lat teg í tann himmalska bjargingarvestin. “Sonur mín (dóttir mín) gev mær hjarta títt.” Orðt. 23,26.

Effie Campbell umsetti