Ikki líknilsi, men veruleiki
„So bar á, at hin fátæki doyði, og hann varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Og hin ríki doyði við og fór til gravar. Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. “
Luk.16,22-23
Emanuel Minos
Í Lukas 16 lesa vit um ríka mann og Lázarus, sum var fullur í sárum og lá uttan fyri dyrnar hjá ríka manni. Lázarus doyði og varð av einglunum borin í fang Ábrahams. Hin ríki doyði eisini, men læt eyguni upp í helheimi.
Uppi yvir hesi frásøgn stendur yvirskriftin “Líknilsið um ríka mann og Lázarus”. Yvirskriftina hava teologar gjørt, tá ið teir deildu Skriftina upp í kapitlar og vers. Eg trúgvi einki uppá, at hetta er eitt líknilsi. Eg trúgvi, at hetta er ein verulig hending, og eg skal siga tykkum hví.
Um tú kannar øll líknilsini hjá Jesusi, so sigur hann altíð: “Tað var ein maður, ein húshaldari, ein kona, ein kongur, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum o.s.fr. Men her ger Jesus nakað, sum hann ongantíð plagar at gera í líknilsum. Hann nevnir navnið á einum persóni.
Farisearar stóðu har í mannamúvuni og lurtaðu eftir Jesusi. (Luk. 16,14) Teir vóru altíð so ógvuliga atfinningarsamir og dømandi og settu fellur fyri Jesus. Saddukearar munnu eisini hava verið har. Teir trúðu ikki upp á uppreisnina, einglar ella andar. (Áps. 23,8)
Um hetta hevði verið ein íspunnin søga, so høvdu teir verið kvikir at sett Jesus skák og mát. Men nú er púra kvirt, og eg ivist onga løtu í, at allir áhoyrararnir kendu ríka mann og høvdu sæð ólukkudýrið Lázarus úti í túninum hjá honum. Eg trúgvi, at hetta er ein frásøgn úr veruliga lívinum. Lukas er altíð so nágreiniligur, tá ið hann greiður frá, og her koma eingi mótmæli frá teimum atfinningarsomu.
Tað, sum er so álvarsamt við hesi frásøgn, er, at Jesus sigur, at vit vakna upp í ævinleikanum og vita til okkum upp á allar mátar. Vit sveima ikki burtur, vit droyma okkum ikki burtur. Allir fimm sansir eru óskalaðir.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

