Ríki maður og Lázarus

„Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tí, sum sigrar, honum skal eg geva at eta av lívsins træi, sum er í Guðs páradísi. “
Op.2,7

 

 

„Tí at vit eru vorðnir luttiknir í Kristi, so framt sum vit fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara, soleiðis sum tað var í fyrstuni. Tá ið sagt verður: »Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara eins og í beiskleikanum« – “
Hebr.3,14-15

 

Lukas 16,19-31

Emanuel Minos

Vit lesa í Lukas 16 um ríka mann og Lázarus. Báðir doyðu, og einglarnir bóru Lázarus til himmals, meðan ríki maður endaði í glatan.

 

Allir fimm sansir eru óskalaðir, tá ið vit koma tvørturum. Tað fyrsta, vit geva okkum far um, er, at ríki maður sær (v. 23). Hann sær Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. Latið okkum síggja sannleikan, meðan vit eru á jørðini. Tað er nú, at vit skulu síggja sannleikan. Tað er nú, at vit skulu síggja framtíðarútlitið fyri okkara gerðir. Útsýnið í ævinleikanum er ikki til nakað gagn. Tá er ov seint um aldur og allar ævir. Tað er her niðri, at vit spinna búnan til ævinleikan.

 

Tað næsta, vit síggja, er, at ríki maður pínist (v. 24). Hann følir. Hvussu hann hevur verið í sínum jarðarlívi, veit eg ikki. Kanska kaldur og kensluleysur. Hann hevur óivað kent Guds kall, tá ið hann sá ólukkudýrið Lázarus, og hetta hevur mint hann á, at tað er meir enn hús og ognir, partabrøv og pengar. Einaferð kemur ein endaleysur ævinleiki. Í sínum býttleika skúgvaði hann slíkar tankar til viks og legði einki petti í tað. Í Hebrearabrævinum verða vit mint á, at um vit hoyra rødd Harrans, mugu vit ikki herða okkum, tí í dag er frelsudagur, í dag er Harrin at finna. Óvist er, um vit fáa kallið aftur. Okkara ævinleikakall er at fáa ein hóp av menniskjum við okkum til himmals, so at tey øll kunnu sleppa at sessast við brúdleypsborðið. Ríki maður hevði ikki følt nakra samkenslu, men nú følir hann, og nú er tað ov seint.

 

So rópar ríki maður á Ábraham (v. 24). Hann kann tosa og brúka málið. Allir fimm sansir eru óskalaðir. Tað eru bara tvær útgongdir úr hesum lívi, onnur gongur til æviga gleði í himli og hin til æviga glatan. Um hetta greip okkum, broyttu vit í stundini okkara lívsstíl og gjørdust sálarvinnarar.

 

Ábraham segði við ríka mann: “Minst tú til, sonur… (v. 25). Ríki maður hoyrdi. Tá ið hann livdi á jørðini, veit eg ikki, hvat ið hann lurtaði eftir. Tað eru menniskju, sum bara lurta eftir prísum, lánsbrøvum, framgongd og æru. Orðið sigur: “Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat ið andin sigur kirkjuliðunum!” Opb. 2,7. Lurtið ikki eftir teimum atfinningarsomu, eftir slatri, útspilling, rákinum í tíðini og gallup. Lurtið eftir, hvat ið andin talar til samvitskuna. Tað er ov seint at hava samvitskubit hinumegin. Tað er nú, vit skulu lurta eftir samvitskuni.

 

So rópar ríki maður á Ábraham og biður hann senda Lázarus til teir fimm brøðurnar, sum ríki maður eigur. Eg veit ikki, hvussu nógv hann legði í brøðurnar, meðan hann livdi. Eg kenni fólk, brøður og systrar, sum eru vorðin óvinir eitt langt lív. Tey tosa ikki hvør við annan vegna ein arv. Tað eru bara nøkur fá ár, vit eru her á jørðini. Tað er nú, at vit skulu hava umsorgan fyri okkara familju. Tað er nú, at vit skulu hava neyð fyri okkara ætt og halda saman hendur og biðja fyri teimum. Eg kenni eitt stað, har tey hava bønarmøti í 24 tímar um samdøgrið. Tað er í glatanini. Har nyttar einki at biðja. Tað er ov seint. Tað er nú, at bønarmøtið skal vera. Far á bønarmøti og bið fyri teimum ófrelstu í tínari slekt. Vit mugu biðja um, at vantrúarmúrarnir mugu rapa, og at fólk ikki bara síggja seg í virðisbrøvum, í prísum, í æru og framgongd, men í ævinnar ljósi.

 

“Ikki hvør tann, ið sigur til mín: “Harri, harri,” skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum.” Matt. 7,21.
Effie Campbell umsetti