Guds tíð fyri Ísmael  1:3

„og hann fell til jarðar og hoyrdi eina rødd siga við seg: »Saul, Saul, hví søkir tú at mær?« “
Áps.9,4

 

 

Bjørnar Heimstad, trúboðari

Bjørnar Heimstad úr Nordkjosbotn í Troms fylke er ein hin kendasti altjóða trúboðarin úr Norðurlondum. Hansara stóru átøk í mongum londum, eisini sterkum muslimskum londum, hava savnað fólk í tíggjutúsunda tali at lurta eftir Jesu evangelium. Hann hevur sæð muslimar í túsundatali taka ímóti Jesusi sum Frelsara í Pakistan, Sudan, Darfur, Tansania og í mongum øðrum londum. Hann brúkar brævaskeiðið hjá Arili Edvardsen “Tað nýggja lívið”, tá ið hann vil fylgja hesum mongu nýfrelstu upp. Tað er sum eitt framhaldsskeið. Her ber Bjørnar Heimstad okkum ein týdningarmiklan boðskap, sum vísir, at eitt nýtt “jarntjald”, oyðimarkartjaldið, er um at falla:

 

Eg rokni við, at tú eins og eg sjáldan ella ongantíð hevur hoyrt nógv gott sagt um son Ábrahams, Ísmael. Vit hugsa um hann sum Ábrahams mistak við trælkonuni Hágari og eina framleiðslu í egnari megi. “Ísmael” verður ofta virðismett sum ein mynd av onkrum, vit seta í gongd til egið gagns, uttan at Gud hevur leitt okkum til tað, og sum vit síðani noyðast at stríðast við restina av lívinum. Men Gud hevur eina ætlan eisini fyri Ísmael, og hansara ætlanir verða framdar til fulnar júst í okkara døgum.

 

Ættarfaðir til yvir 1,2 milliardir menniskju í heiminum í dag

Profeturin hjá islam, Muhammed, var ættaður beinleiðis frá Ísmaeli gjøgnum næsta son hansara Kedar. So her finna vit Bíbliunnar grundarlag og upprunan til teir muslimsku fólkabólkarnar í dag.

Á sama hátt kunnu røturnar hjá islam rekjast aftur til Ísmael. Ísmael giftist við konu úr Egyptalandi og fekk 12 synir. Hesir eru ættfedrar til 21 tjóðir á okkara døgum, so sum Egyptaland, Irak, Jemen, Sýria, Libanon, Tunesia, Algeria, Libya, Marokko, Saudiarábia, Sambeindu Emirríkini og fleiri onnur. Hesi muslimsku fólkasløgini vóru til, langt áðrenn tey tóku ímóti islam, og høvdu ein týdningarmiklan leiklut í menningini av Miðeystri, bæði tá ið ráddi um politikk, handil og at taka nýtt land.

Eftirkomarar Ísmaels eru eisini í miðdeplinum í heimstilburðum í dag.

 

Yvirgangskroppurin Saul, sum seinni varð kallaður Paulus

Eftir 11. september 2001 hevur heimssamfelagið vent sínum eygum móti teimum eindunum innan islam, sum brúka kollvelting og yvirgang.

 

Fyrsta kirkjuliðið í Ápostlasøguni livdi í ótta fyri tátíðar yvirgangskroppinum, Sauli úr Tarsus. Eisini í dag liva partar af Jesu meinigheit í ótta fyri islam.

Ein annar meinlíkur og merkisverdur tilburður her er, at tað eftir øllum at døma ikki var nakar í tí fyrstu meinigheitini, sum sjálvboðin bjóðaði seg fram til tænastu at vitna fyri Sauli. Tí noyddist Jesus sjálvur á ein yvirnatúrligan hátt at opinbera seg fyri honum á vegnum til Damaskusar.

 

Tað sama hendir í dag. Meðan meginparturin av kristinfólkinum livir í ótta fyri muslimunum, opinberar Jesus seg sjálvur fyri teimum gjøgnum sjónir, dreymar, grøðingar, og við at hann sjálvur vísir seg fyri teimum og talar til teirra. Vitnisburðir í túsundatali streyma inn úr øllum tí islamiska heiminum um slíkar hendingar, sum leiða muslimar til trúgv og frelsu.

 

Men sum á døgum Sauls reisir Gud eisini í dag upp “Ánanias-tænastur”, sum síggja Ísmael gjøgnum Guds eygu, eisini íroknað minnilutan innan islam, sum nýtir harðskap. Tað vanliga er, at mong kristin í dag líta at muslimum, so sum fólk fyrr litu at Sauli, men Gud lítur at teimum, sum hann leit at einum Paulusi í einari tíð sum hesari.
Framhald …