Bønin hjá einari mammu

„Og tá ið hon hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur sínar og grannkonur og sigur: »Samgleðist við mær; tí at eg havi funnið ta drakmuna, sum eg misti.« Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.« “
Luk.15,10

 

Fyri ikki so langari tíð síðani segði ein ungur maður við trúgvandi og biðjandi móður sína: “Ja, eg veit, at tú biður fyri mær; men eg hevði helst viljað, at tú gevst við hasum tvætlinum. Undir øllum umstøðum vil eg ikki síggja ella skilja av tínum andlitsbrøgdum og suffum, at tú biður fyri mær, tí tað er mær ein sonn plága, og eg hati tað. Mær dámar heldur ikki, at tú syngur og biður, men als ikki, at tú gert meg til eitt bønarevni. Bara tí trívist eg ikki heima, nei, so eiðasørt.”

 

Neyðars mamman! Hon slapp ikki at biðja fyri egna soni sínum. Hann kallaði tað tvætl. Og hann ákærdi hana, hesa elskuligu, uppofrandi mammu, at hon gjørdi heimið óhugaligt, so tað ikki var inniverandi har hjá honum, av tí at hon var eitt Guds barn og trúliga bar hann fram fyri náðinnar trónu!

 

Og hetta noyddist hon at hoyra av hansara munni, hon, sum var til reiðar at ofra alt, um tað hevði gagnað honum. Men hansara atburður og freku orð, hvat vitnaðu tey um? Um eina ringa samvitsku og eitt ófriðarligt hjarta, og hann varð støðugt ámintur um hetta, tá ið hann sá gudrøknu móður sína biðja.

 

Stutt eftir at hann hevði sagt hesi freku orð, kom hann seint til hús eitt kvøldið. Mamman var farin til songar. Tað nyttaði henni einki at sita uppi og bíða eftir honum. Hann kom altíð so seint til hús. Mamman svav, tá ið hann kom; men hann hevði ongan hug at fara til songar.

 

Á borðinum stóð matur, sum mamman hevði sett til hansara. Hann tók lokið av og skar út úr at gráta, meðan hann spakuliga mutlaði fram fyri seg: “Á, mamma vælsignaða, sum tú ert góð! Tú veitst, at mær dámar so væl hetta; men í kvøld skal eg ikki leska nakað. Eg má fara inn at vekja hana.”

 

Og hann fór inn, tók varisliga um arm hennara og spurdi so milt: “Svevur tú, mamma?”

 

Hon vaknaði beinanvegin og svaraði: “Nei, góði. Men maturin stendur á borðinum. Far og fá tær.”

 

“Eg skal einki hava í kvøld.”

 

“Hvat sigur tú, skalt tú einki eta? Ert tú sjúkur?” spurdi hon bangin.

“Nei, men..n…tú…tú mást biðja fyri mær, mamma, og tú mást fyrigeva mær, at eg havi verið so óndur og ljótur! Eg havi verið á einum møti í kvøld, og eg varð so undarliga við. Á, eg gjørdist so bangin og illa við. Eg havi roynt at givið meg yvir til Frelsaran; men tú veitst, at eg eri ein so sera stórur syndari. Tað er ikki lætt at trúgva á nakra náði og fyrigeving í mínari vánaligu støðu og standi.”

 

“Á, góði!” næstan rópti hon av gleði. “Jesus tekur ímóti syndarum, og hann tekur ímóti tær.”

 

“Ja, Jesus tekur ímóti syndarum. Tað havi eg hoyrt í kvøld, og tað havi eg hoyrt fyrr. Eg haldi, at tað er gleðiligt; men so koma mínar ræðuligu syndir fram fyri meg, og so …”

 

“Ja, men Jesus tekur ímóti tær kortini, og hansara blóð reinsar frá allari synd, um hon enn er reyð sum blóð og skarlak. Tað reinsar og vaskar teg hvítan sum kava og sum ta hvítastu ull.”

 

Og mamman helt fram at greiða frá Jesu kærleika og hansara offurdeyða fyri tey ógudiligu. Hjarta hennara var so fult, at hon neyvan varnaðist, at sonurin lá samansokkin í gráti, bøn og tøkk fyri henda undurfulla sannleikan, at Jesus tekur ímóti syndarum.

 

Har var ikki nógvur svøvnur; men hetta gjørdist ein undurfull nátt, og nú, tá ið sonurin læt hjartað upp og fekk tosað um síni viðurskifti, tá kundi hann greiða frá, at Harrin hevði verið eftir sær allastaðni og ikki unt sær nakran frið í syndini. Og tá ið hann var mest fjálturstungin, tá mátti hann leika í og geyla ímóti øllum hesum.

 

Hvussu tað bar til, at hann fór á hetta møtið, fekk hann ikki greitt frá øðrvísi, enn at hann kom framvið har, og so mátti hann fara inn har. Hann fekk ikki annað. Men har gjørdist gleði í hansara hjarta og í hjartanum í mammuni og hjá Guds einglum í himli. Luk. 15,10.

Effie Campbell umsetti