Sangfagnaður verður aftur í heystfrítíðini
Aftur í ár gleðir tað okkum at bjóða øllum sang-glaðum børnum á sangfagnað í Leguhúsinum í Nesvík í heystfrítíðini. Hetta er 10. sangfagnaðurin, og tað fara vit at hátíðarhalda.
Fyrsti sangfagnaðurin varð hildin í Nesvík í 2016, og síðan hevur sangfagnaður verið á hvørjum ári, undantikið í 2020, tá tiltakið varð avlýst vegna korona-farsóttina.
Sangfagnaðurin er ein serlig lega, sum er fylt við sangi og tónleiki, og sum endar við tveimum stórum konsertum í høllini í Nesvík. Fyrstu árini vóru konsertirnar í Løkshøll í Runavík, men eftir at nýggja høllin í Nesvík varð tikin í nýtslu í 2019, hava konsertirnar verið í Nesvík.
Evnið í ár verður “Syng Guði Lov” og kórini fara bæði at syngja nýggjar sangir og sangir frá undanfarnum sangfagnaðnum.
Sangfagnaðurin verður í heystfrítíðini 15.-17. oktobur, hósdag til leygardag. Legan er fyri øll sum ganga í 3.-7. flokki. Umframt kórvenjingar við dugnaligum kórleiðarum og tónleikarum, eru eisini aktivitetir og undirhald á skránni eins og á øðrum legum.
Tilmeldingin letur upp hósdagin 3. sep. kl. 17.00 og fer fram á mission.fo/tilmelding.
GG: Tað er bert møguligt at tilmelda eitt barn í senn.
Undanfarnu ár er legan fullteknað eftir heilt fáar minuttir. Um fleiri systkin skulu tilmeldast, viðmæla vit, at tit eru fleiri, sum sita klár at tilmelda eitt barn hvør.
Tá legan er fullteknað, kemur bíðilistin at liggja á somu síðu sum tilmeldingin.
Tvær konsertir við sangfagnaðarkórinum verða í Nesvík leygardagin 17. oktobur kl. 14:30 og 16:30. Atgongumerkini til tær vera sett til sølu seinni.
Sangfagnaðarkórið luttekur eisini á Simbahittinum á Stórmøtunum við Tjarnir tann 25. oktobur.
Kostnaður fyri Sangfagnaðin: 530 kr. fyri hvønn luttakara.
Jákup Brúsá




