Borgarar og pílagrímar

Men nú tráa teir eftir einum betri, tað er einum himmalskum; tí skammast Guð ikki við teir, at kallast Guð teirra; tí at hann hevur bygt stað til teirra.
Hebr.11,16

”… tí Hann (Gud) hevur longu bygt stað (ein bý) til teirra.” Hebr. 11,16

Tað er ein frásøgn um ein amerikanskan ferðamann, sum í 20. øld var á vitjan heima hjá einum pólskum rabbinara. Ferðamaðurin undraðist stórliga á, at heimið hevði so fáar møplar, og at teir vóru av bíligasta slagi. Stovan var eitt einfalt rúm. Fram við veggjunum vóru bøkur, annars vóru bara eitt borð og ein bonkur inni har. Tá ið ferðamaðurin spurdi rabbinaran: ”Hvar eru allir møplarnir?” svaraði hann: ”Hvar eru tínir?” Maðurin spurdi: ”Hvat meinar tú? Eg eri á vitjan. Eg eri bara á gjøgnumferð.” – ”Tað eri eg eisini!” svaraði rabbinarin.

 

Og tað eru vit øll, vit eru á gjøgnumferð. Vit eru skapningar av tíðini og børn av ævinleikanum. Í veruleikanum eru kristin – himmalborgarar, sum eru á heimferð – via jørðina. ”Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Kristus.” (Fil. 3,20)

 

Himmalin er meira enn eitt ferðamál ella ein lærusetningur. Tí fyri tað endurloysta gudsbarnið eigur tað at vera lyndiseyðkenni, ein máti at hugsa og liva uppá. Paulus skrivar: ”Av tí at tit tá eru uppreistir saman við Kristi, tá tráið eftir tí, sum er fyri oman, har sum Kristus situr við høgru hond Guds. Stundið á tað, sum er fyri oman, ikki á tað, sum er á jørðini! Tí at tit eru deyðir, og lív tykkara er fjalt við Kristi í Gudi.” (Kol. 3,1-3)

 

Lat okkum hugsa eina løtu um Himmalin. Lat hansara vakurleika tríva í títt hugflog. Lat hansara virðir avgera tín atburð. Hugsa um, at hann er endaleysur, og lat tað endurloysa tína stuttu lívsbreyt, og lat hansara gleðir skugga fyri tínum sorgum, og fram um alt: lat Himmalins almáttuga Kong eiga tína lívslanga tilbiðing!

 

Fyri tey okkara millum, sum liva eitt stutt tíðarskeið á jørðini, eigur Himmalin at vera ein lívsbroytandi sannleiki. Vit hava ikki okkara verðandi stað her. Vit eru pílagrímar á ferð móti einari glæsiligari lagnu at skula vera allan ævinleikan í húsi Faðirs okkara. (Sí Jóhs. 14,2) Vit ganga móti okkara æviga heimi!

”… et Ord til Dagen”

Effie Campbell umsetti