Útveljingin
Harrin hevur valt sær út eitt fólk:
“Tit, … Ábrahams avkom, tit, ið hann kjósaði, synir av Jákupi!” Sálm. 105,6.
“.. men viðvíkjandi útveljingini eru teir elskaðir fyri fedranna skuld.” Róm. 11,28.
“Tað var ikki av tí, at tit vóru størri enn aðrar tjóðir, at Harrin legði ást við tykkum og valdi tykkum út, tí tit vóru heldur at kalla av minstu tjóðum.” 5.Mós.7,7.
Harrin hevur valt sær út eitt land:
“Tí Jákup hevur Harrin sær kosið, Ísrael sær til ognar og óðals.” Sálm. 135,4.
Harrin hevur valt sær út ein bý:
“Tí Zion (t.e. Jerusalem) hevur Harrin valt sær út, kannað sær tað til bústað: “Hetta er hvíldarstaður mín um ævir, her vil eg búgva, tí eg havi hann mær kannað.” Sálm. 132,13-14.
Gud sjálvur valdi sær út Jerusalem, so aðrir hava ongan rætt ella lut í honum. Her valdi hann, at alt frelsuverkið skuldi fara fram. Her doyði Jesus, her reis hann upp, og her fór hann til himmals, og her fer hann at koma aftur, tá ið hann sjónliga stígur niður í Oljufjallið og setur á stovn 1000-ára friðarríkið, og tað varar helst ikki so leingi. Í mai 2008 hátíðarhildu jødar, at tað vóru 60 ár síðani, at landið varð endurstovnað, so nú ganga tey inn í sítt 70. ár. Tað eru mong, sum spyrja seg, um tað man vera eitt bíbilskt samanhang millum ta 70. árvikuna í Dánjalsbók og tað 7. ártíggju, sum Ísrael nú er farið inn í. Tann 70. árvikan, sum Ísrael og Heilagi Staðurin nú hava framman fyri sær, endar sambært Dánjal 9,24 við, at “misgerðirnar fáa ein enda, syndamálið verður fult, tað er bøtt fyri órættvísið, og ævigt rættlætið er fingið til vega”.
Jerusalem hevur eina atdráttarmegi í sjálvum sær. Hann hvílir ikki á natúrligum undrum, serliga góðum veðri ella óvanliga fínum umstøðum. Býurin er heilagur, loyndarfullur og sálin í jødisku søguni og longslinum. Rabbinar hava undirvíst jødum í, at tað er eitt himmalskt Jerusalem, sum trónar og ræður yvir tí jarðiska Jerusalem.
Tað nýggja Jerusalem verður nevnt fleiri ferðir í Opinberingini. Hann er Guds býur og kemur niður úr himli og niður á fjallatindin. (Opb. 3,12; 21,2; 21,10)
Í 2000 ár hevur Gud ikki loyvt, at land hansara skal býtast í tvey, og tað fer hann ongantíð at gera. Menn stíga fram og føra sokallaðar “friðarsamráðingar”; men tær stríða móti Guds orði. Teir spyrja ikki Harran um ráð. Hvat sigur Guds orð um teir:
“Vei hinum tvørsintu børnum, sigur Harrin, ið leggja saman ráð, sum koma ikki frá mær, og ganga í felag, uttan at andi mín er uppií, … uttan at spyrja meg.” Jes. 30,1-2. “So lættliga grøða teir brek folks míns við bert at boða frið og aftur frið, tó at friðurin er úti.” Jer. 6,14. “Veg friðarins kenna teir ikki.” Jes. 59,8 V.D. ums. “Tá ið menn siga: “Friður og eingin fári!” tá kemur bráður undirgangur á teir.” 1. Tess. 5,3.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

