Ver ikki stúrin

Men Harrin segði við hann: »Statt upp og far í ta gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsinum hjá Judasi eftir einum manni frá Tarsus, sum eitur Saul; tí, sí, hann biður.
Áps.9,11

 

Harrin kennir navn títt og tína adressu: ”Men Harrin segði við hann: ” … Statt upp og far í ta gøtuna, sum KALLAST HIN BEINA, og spyr í húsinum hjá JUDASI eftir einum manni frá TARSUS, sum eitur SAUL; tí sí, hann biður.” Áps. 9,11

 

Ja, Harrin veit enntá, hvussu nógv hár vit hava á høvdinum: ”Men á tykkum eru enntá ØLL HÁRINI Á HØVDI TYKKARA TØLD.” Matt.10,30

 

”JA, UM TAÐ SO ERU HÁRINI Á HØVDI TYKKARA, SO ERU TEY TØLD ØLL SOMUL. Óttast ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar.” Luk.12,7

Eg veit ikki sjálv, hvussu nógv hár eg havi, og talið broytist í heilum, tí vit missa hár, tá ið vit greiða okkum. Men Harrin veit alt hatta, so ver ikki stúrin, HANN hevur umsorgan fyri tær. e.c.