Brúðurin

“Latum okkum gleðast og fegnast og geva honum æruna, tí at komið er at brúdleypi lambsins, og brúður hansara hevur búgvið seg til!”
Opb. 19,7.

“Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina, vív lambsins.”
Opb. 21,9.

 

Í 24. kap. í 1. Mósebók lesa vit um Ábraham, sum sendi tænara sín út at fáa soninum eina brúður. Soleiðis er tað eisini við Faðirinum á Himli, hann hevur sent sín tænara, Heilaga Andan, út at fáa soni sínum, Jesusi, eina brúður. Jesu brúður er øll tey, sum taka við trúgv á hann.

 

Vit skulu hyggja eitt sindur eftir, hvussu tann rætta brúðarsálin sær út:

Tænarin finnur Rebekku við kelduna, við brunnin (v. 13). Soleiðis er eisini við Jesu brúður. Hon drekkur ikki úr heimsins rivnu brunnum, men úr tí kláru kelduni, sum er Guds orð. Hon heldur seg til kelduna.

 

Síðani stendur tað um Rebekku, at hon var moyggj og enn ikki nortin av nøkrum manni. (v. 16) Jesu brúður má eisini vera moyggj, hon má vera rein og bara halda seg til ein mann: “Eg havi trúlovað tykkum við einum manni, fyri at eg kundi leiða eina reina moyggj fram fyri Krist.” 2. Kor. 11,2. Vit mugu sýna trúskap ímóti Kristusi og ikki standa við einum beini úti í verðini og einum í Guds ríki.

 

Brúðurin gjørdi meir, enn hon varð biðin um. Hon gav øllum 10 kamelunum hjá tænaranum vatn og læt tær drekka seg ótystar, og tað var eitt ordans arbeiði. Hon hevði bara eina krukku, sum hon fylti uppí, og so fór hon niður í brunnin og rann aftur og fram og dragsaði alt vatnið til teirra. Soleiðis er tað eisini við brúðarsálini, hon er ikki snúin og setir seg ikki at rokna út, hvat ið man løna seg. Hon oysir út “vatn”, Guds orð, til tystandi sálir, sum hon hittir á leiðini.

 

Og tá ið Rebekka tænti, fekk hon gávur, tjúkkar gullringar, ein nasaring og tveir armringar, ið vigaðu tíggju siklar. Harrin gevur eisini okkum andaligar gávur, og tær vaksa, tá ið vit brúka tær. Gev úr tínari krukku. Kanska má Harrin bróta krukkuna eitt lítið sindur, fyri at innihaldið kann sleppa út.

 

Rebekka sigur, hvør ið hon er (v. 24). Ein røtt brúðarsál veit eisini, hvør ið hon er í Kristi, hon kennir sín identitet.

 

Tænarin spyr, um tað er rúm, so tey kunnu gista har (v. 23), og hon svarar: “Vit hava bæði hálm og fóður og rúm fyri gestir.” (v. 25) Ríkiligt av rúmi.

 

Laban, beiggi Rebekku, fer út at bjóða tænaranum inn: “Kom, tú vælsignaður av Harranum! Hví skalt tú standa her úti? Eg havi búgvið húsið til og gjørt rúm fyri kamelum tínum.” (v. 31) Ein brúðarsál vinnur onnur fyri Kristus, hon bjóðar øðrum at koma við inn á himmalvegin, hon bjóðar teimum at koma við til brúdleyps í himli, har tað er so undurfult, at tey sjálv skulu vera brúðurin.

 

Rebekka sleppur sjálv at svara, um hon vil vera kona Ísak, og tað var heilt óvanligt í eysturlondum, har foreldrini skipaðu fyri, hvørjum gentan skuldi giftast við. Í tí andaliga eru heldur eingi tvingsilshjúnaløg. Vrakar tú Jesus, sleppur tú undan at verða brúður hansara og at sleppa í himmalin. Tað stendur til tín.

 

Tænarin tók Rebekku við sær (v. 61). Heilagi Andin leiðir okkum, ikki øvugt. Tá ið tey nærkast, spyr Rebekka tænaran, hvør ið tað er, sum kemur ímóti teimum. Hon hevur ongantíð sæð mannin, hon skal giftast við, og á leiðini higar hevur hon óivað tráspurt tænaran, hvussu Ísakur sá út, og hvussu hann var, og nú tá ið hon sær hann, er hann helst nógv vakrari og tekkiligari, enn hon hevði ímyndað sær. Tað sama er galdandi fyri okkara brúðgóm, Jesus. Vit hava ongantíð sæð hann; men hann verður nógv yndisligari, enn vit dugdu at hugsa.

 

“Tá tók hon slørið og huldi seg,” (v. 65) stendur tað um hana, eftir at hon hevur fingið at vita, at hetta er brúðgómurin. Slørið merkir, at hon er upptikin, eingin fríggjari hevur nakran møguleika longur. Kristi brúður hevur eisini slørið, verðin hugtekur okkum ikki longur. Tað má ikki vera soleiðis, at sagt verður um okkum: “Men tað havi eg ímóti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika.” (Opb. 2,4) Maria livdi í brúðarkærleikanum, hon salvaði Jesus við nardussmyrsli. (Jóh. 12,3)

Effie Campbell umsetti