Ein vitnisburður um lýdni, dirvi og Guds umsorgan fyri børnum sínum

„Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? “
Matt.6,26

 

Ein prestur varð handtikin og settur í fongsul, og konan og børnini vórðu send til Sibiria. Ein fjarskotin, forfallin træsmátta bleiv nú heim teirra, og eina vetrarnátt býttu tey trý børnini hin allarseinasta skálkin millum sín og drukku hin seinasta tekoppin, áðrenn tey fóru svong til songar. Tey fullu á knæ at biðja kvøldbønina og spurdu: ”Hvussu skulu vit fáa meira mat, mamma? Vit eru svong! Heldur tú, at pápi veit, hvar ið vit eru?” – Mamman vissaði tey um, at himmalski faðir teirra visti, hvar ið tey búðu. Í løtuni var tað hann, sum mátti føða tey. So bóðu tey Gud hjálpa sær.

 

Tríggjar míl haðani, á miðjari nátt, vakti Gud diakonin í einari kirkju við hesum boðum: ”Far á føtur, saðla hestin, spenn hann fyri sleðuna, fyll hana við øllum tí eyka grønmetinum og kjøtinum, sum kirkjufólkið hevur savnað saman. Gev prestafamiljuni, sum býr uttan fyri bygdina tað. Tey hungra!”

 

Diakonurin segði: ”Men Harri, tað kann eg ikki! Tað eru minusstig uttanfyri. Bæði hesturin og eg fara at frysta í hel!”

 

Men Heilagi Andin segði: ”Tú mást gera tað! Prestafamiljan er í stórari neyð!”

 

Maðurin gavst ikki: ”Harri, tú veitst, at úlvar eru allastaðni. Um teir eta hestin, fara teir eisini at eta meg! Eg komi ikki livandi heim aftur!”

Men Heilagi Andin segði við hann: ”Tað er ikki neyðugt hjá tær at koma heim aftur. Tú mást bara fara!”

Og so gjørdi hann tað!

 

Hann kom fram morgunin eftir. Vit kunnu bara ímynda okkum gleðina, og hvussu ovfarin tey vóru, tá ið tey varisliga lótu dyrnar upp og sóu eitt lítið og kalt Kristi sendiboð standa á trappuni við einari sleðu fullari av mati!

 

Hann rætti teimum ein sekk og segði: ”Kirkjufólkið hevur samlað henda matin saman til tykkara. Etið nú! Tá ið alt er etið, skal eg koma við meira.” – Hann hevði onga vissu fyri at koma livandi heim, men hann fór! Gud segði: ”Tú mást bara fara …”

Og hann kom aftur. Minnið um dirvið hjá hesum diakoninum og lýdni hansara móti Gudi livir víðari í søgu hansara. Og hjá eftirkomarunum hjá hesi familjuni, sum varð bjargað av hesi gávuni, sum hann kom við. Søgan fagnar lýdninum hjá einum persóni og Guds undurfullu umsorgan.

Úr bókini ”Guds galskap” Effie Campbell umsetti