Hví lesa Bíbliuna?
„Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum
til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum
hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera
tykkum. “
Jóh.16,13
Tá ið vit lesa Guds orð, gera vit tað ikki av súrari skyldu, men av tí at vit
vilja skilja, hvat ið Gud sigur við okkum, og hvat ið Hann talar inn í
tíðina. Tað ber ikki til at skilja við vitinum, men vit mugu biðja Heilaga
Andan opinbera okkum tað. “Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin
skal senda í mínum navni, skal læra tykkum ALT og minna tykkum á
ALT, sum eg havi sagt tykkum.”(Jóh. 14,26) og Jóh.16, 13.
e.c. ums.
Edvard Poulsen

