Eitt nýtt ljós skínur

„Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.“
1.Jóh.1,7

 

Eitt træ fall við einum braki. Eitt hart skríggj hoyrdist, so ein veik stunan, og so gjørdist alt kvirt.

 

Bert Wilson lá fast kílaður undir einum stórum furutræi. Andlitið avskeplaðist av pínu. Løtu seinni var Duane Thurman undir liðini á honum. Hann stríddist av øllum alvi at fáa vinmannin leysan.

 

Skjótt komu fleiri arbeiðsmenn til. Teir lyftu varisliga tann tunga viðarbulin burtur av meiðslaða kroppinum á unga manninum. Bert, sum nú lá uttan vit, varð varisliga borin yvir til leguna hjá skóghøggarunum. Legan var beint har í nánd.

 

Hann varð lagdur í eina koyggjusong. Teir bíðaðu eftir læknanum. Bert læt smátt um smátt eyguni upp.

 

“Eg hugsi, at tað er liðugt við mær, Duane!” Varrarnar á Berti rørdu seg næstan ikki. “Hetta megni eg ikki.” Hann hvíldi seg eina løtu, so fóru tær turru varrarnar aftur at rørast. “Kanst tú ikki hjálpa mær, Duane?” “Læknin kann vera her hvørja løtu, Bert.” Duane royndi at sissa vinmannin. “So verður alt gott aftur.”

 

“Tað hugsi eg ikki,” segði Bert við strevi og stríði. “Eg havi tørv á …” Hann steðgaði eina løtu, so helt hann fram: “… eitt sindur av hjálp til at doyggja. Kanst tú ikki siga okkurt um Hann? Kanst tú ikki hjálpa mær? Kanst tú ikki biðja?” Píndu eyguni í Berti stardu upp móti loftinum. Eg havi verið ein harður knassi … eg havi ikki hugsað rættiliga nógv um Gud … men tú ert púra øðrvísi, Duane. Tú veitst. Kanst tú ikki hjálpa mær?” teskaði Bert.

 

Duane stóð sum kánus. Hann bliknaði. Hann var uppvaksin í einum trúgvandi heimi. Pápi hansara var prestur. Hann hevði sjálvur ætlað  sær at lisið teologi. Men floksfelagarnir høvdu sáað iva í sinn hansara. Hann leit á sítt góða vit. So við og við misti hann trúnna á Gud og slepti ætlanini at gerast prestur. Hann skrivaði pápa sínum eitt avbjóðandi bræv og søkti arbeiði í skógunum, so hann slapp burtur frá Gudi, pápa sínum og fortíð síni. Nú stóð hann her, og bønandi orðini hjá Berti píndu sinn hansara.

 

“Kanst tú hjálpa mær?”

 

“Tað kann eg ikki, Bert … eg.” Hann kundi ikki avdúka, hvat ið hevði rørt seg í hjartanum hetta síðsta árið. Hann kundi ikki gera Bert vónbrotnan á henda hátt. Okkurt hendi í egna uppreistrarhugaða sinni hansara. Duane fór á føtur og rann út í skógin. Her var hann  einsamallur við Gudi, og nú stríddist hann við ræðuliga trupulleikan, sum hevði sett hann skák og mát henda síðsta tíman. Í einar fimm til tíggju minuttir rannsakaði hesin ungi ráðaleysi maðurin sítt egna stolta hjarta. Tá ið alt kom til alt, so hevði Gud kortini okkurt at týða!  Tann Kristus, sum hann hevði lært at kenna sum blaðungur, var veruligur. Hann hevði bara eitt val, og undir teimum høgu furutrøunum fann Duane Thurman aftur til Gud.

 

Duane kvikaði sær aftur til barakkina, har Bert lá og bíðaði eftir læknanum. Duane fall á knæ undir liðini á meiðslaða vini sínum. Nú hevði hann okkurt heilt nýtt at siga frá.

 

“Bert,” teskaði hann, “eg havi sjálvur verið hjá Gudi … og hann hevur fyrigivið mær. Nú kann eg siga tær tað.”

 

Bert hevði ræðuliga pínu; men ein nýggj vón birtist í eygum hansara. “Ja, Duane, kvika tær at siga mær frá tí. Sig mær frá honum!” So segði hann frásøgnina – einfalt, blídliga og fylta við vón. Hann segði frá kærleikanum, lívinum og krossinum. Bert fekk alla frásøgnina. Hon varð søgd so inniliga, sum bara ein nýumvendur kann gera tað. Orðini hjá Jóhannesi og Paulusi vóru høvuðsorðini í tí góða boðskapinum: “Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.” 1. Jóh. 1,7. – “Men Gud sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.” Róm.5,8.

 

Bert fekk nýggja glæmu í eyguni. “Nú skilji eg tað. Tað er eisini vón fyri mær. Gud fái lov,” stundaði hann. Halgidómurin, har hesir báðir menninir funnu Gud, var í kvirruni í teimum stóru skógunum. Annar sovnaði í trúnni á Kristus nakrar fáar minuttir seinni, hin fór undir at tæna Kristusi, kongi sínum, sum hann einaferð hevði sýtt fyri at tæna.
Effie Campbell umsetti