Samrøða við Marli Spieker, Projekt Hannah 2:2
„Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg. “
Gal.2,20
Hvør hevur havt størstu ávirkan á lív títt – og hví?
Mamma var ein einføld, sjálvlærd kona við vísdóminum hjá Abigail, dirvinum hjá Ester, støðufestinum hjá Deboru og trúnni hjá Honnu. Í einari tíð og einari mentan har flestu konurnar bara vóru nakrar, tú skuldi síggja og ikki hoyra, lærdi hon meg við sínum fyridømi, hvat ið krevst at gerast kvinna við tign, trúgv og meining. Maður mín hevur eisini havt stóra ávirkan á mína leið sum kristin og í tænastuni við vísdómi sínum og óvikandi trúgv. Hann hevur lært meg, hvat ið tað hevur at siga at liva Gal.2,20 út heima hjá okkum og í tænastuni.
Hvørji eru bestu ráðini, tú nakrantíð hevur fingið?
Lít á Harran av øllum hjarta tínum – ikki á teg sjálva – játta hann, og hann vil gera veg tín beinan.
Hvat heldur tú er størsta forðingin ella møguleikin í samband við at evangelisera – og hví?
Bøn – ella trot upp á bøn. Í kristiligum arbeiði hava vit lyndi til at brúka ov nógva tíð upp á at menna mannagongdir og framferðarhættir at evangelisera, og ov lítla tíð at lurta og bíða í bøn eftir Gudi, at hann skal opinbera sínar framferðarhættir og sín veg at røkka teimum glataðu. Vit vita øll, at bøn er hitt mest máttmikla vápnið, vit hava, tá ið talan er um evangelisering; men løgið er tað, at tað er hetta vápnið, vit brúka minst, og ofta gera vit tað sum síðsta útveg og møguleika. Vit gloyma, at BØN ER SJÁLVT ARBEIÐIÐ, og at tænastan bara er at heysta úrslitini.
Hvat kundi tú hugsað tær at gjørt um tíggju ár?
Ein eldur brennur í mínum beinum – ein ovurhugi at kunna føra hvørja einastu kvinnu og gentu aftur til rætta pláss sítt sum “Kongsins døtur”. Mítt ynski er framhaldandi at kalla á “verðsins-umbroytarar”, sum vilja biðja og arbeiða og siga kvinnum allastaðni frá tí ævigu vónini í Jesusi, so at teirra Gud-givna tign kann verða bygd uppaftur.
Greið frá einari støðu, har tú lutaði trúgv tína á Kristus við ein, sum ikki kendi hann, og har tú púra greitt sá hond Harrans virka Tað var bara við neyð og deyð, at flogfelagið læt okkum fáa setur á business class, tá ið teir hoyrdu, at vit máttu sleppa við, av tí at sonur okkara, Fabio, var deyður henda morgunin. Danielle, ein vøkur og umhyggin flogterna, hjálpti okkum alla flogferðina. Sum náttin leið, fingu vit stundir at tosa um mong ting: Fabio, hennara hjúnalag, sum var um at syndrast, hennara lítla, sjúka son har heima, vón hennara og ótta hennara.
“Eg ræðist at doyggja,” teskaði hon. “Okkara Fabio ræddist ikki deyðan, og tað gera vit heldur ikki,” svaraði eg. So segði eg henni hví: “Jesus doyði fyri meg. Og hann doyði eisini fyri teg. Deyðin er í roynd og veru deyður. Mær nýtist ikki longur at óttast hann. Fabio er í Himli saman við Jesusi, og vit fara at møta honum aftur, tá ið vit doyggja.” Hon fór frá okkum eina løtu, og eg segði við mann mín: “Vit mugu biðja fyri henni.” Tá ið hon kom aftur, og vit høvdu tosað eitt sindur meira saman, spurdu vit, um hon hevði hug at biðja og lata Jesus koma inn í lív sítt?
Uppi yvir Atlantshavinum, meðan øll hini ferðafólkini svóvu, fall Danielle niður framman fyri okkara setur og bað Jesus fyrigeva sær syndirnar og geva sær ævigt lív. Gleðistár blandaðust saman við okkara tárum mitt í sorgini. Maður mín gav henni eina portugisiska Bíbliu, og vit søgdu henni, hvussu stóran týdning tað hevði fyri hana at finna eina góða, bíbliutrúgva meinigheit í hennara býi. Gleði og friður stóðu málað yvir hennara vakra andlit. Hon helt á at seta spurningar, til vit lendu í Miami.
Fyri tveimum árum síðani var tað eitt flogfar frá sama flogfelagi, sum datt niður í Sao Paulo City. Danielle var á listanum yvir tey, sum umkomust. Men eg sleppi at møta henni í Himli. “Norea Nyt” Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

