Send honum boð!
„Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna, “
Sálm.37,5
Ein kona vitnaði á Bedehuskanalen um týdningin av bøn.
”Eg skal siga frá fyrsta bønasvarinum, ið eg minnist. Eg var kanska 9-10 ár. Pápi og elsti beiggi mín vóru á havinum. Vit búðu uppi í norður Noregi.
Ein dagin brast eitt øgiligt ódnarveður á. Mamma bleiv bangin. Hon samlaði okkum trý børnini saman í køkinum.
So segði mamma: ”Nú skulu vit syngja: ”Send honum boð, tí Harra Jesus Krist,”og meðan vit stóðu har á køksgólvinum, sungu vit handa sálmin.
Hvørt vers byrjar við regluni ”Send honum boð”. Nær? Jú, tá ið okkum tørvar frelsu, tá ið alt tykist myrkt, tá ið ivin plágar, og sorgin nívir, tá ið trúgvin tykist veik, og tá ið vit skulu út á okkara síðstu ferð.
Tað fall ein sovorðin friður niður yvir okkum, og pápi og beiggi mín komu aftur í øllum góðum.
Síðani skulu vit aftur senda tí Harra Jesusi Krist boð og takka honum fyri alla hjálp og náði!”
Um eg doyggi í dag, Faðir, so eri eg hjá tær! Um eg ikki doyggi, so ert Tú hjá mær! Ja, nettup! Tí Tú hevur lovað: Eg eri við tykkum allar dagar! Og tað merkir bæði teir góðu og teir, sum eru rættiliga harðir.
Hoyrið “Send honum boð”
Send honum boð
Send honum boð, tí Harra Jesus Krist,
sum frelsa kann og veita sálum vist!
Hann, sum á fold av Gudi sendur var,
send honum boð, og frið hann veitir tær!
Send honum boð, tá hjálp tær tørvar her,
á myrku stund hann fegin ljós tær ber!
Tá onga leið títt eyga meir kann sjá,
send honum boð, og brátt er hann tær hjá!
Send honum boð, tá ivandi tú er,
ein stund hjá honum – allur ivin fer!
Tá leiðin tín um táradalin lá,
send honum boð, og hjálp tú brátt skalt fá!
Send honum boð, tá sorgin nívir teg,
alt vónleyst er, tú hómar ongan veg!
Tá trúgvin glapp á allar lutir her,
send honum boð, sum lívsins trúgv tá ber!
Send honum boð ta vøkru gleðitíð,
tá byrur ber, og eydnan brosar blíð!
Tá dagur aftnar yvir deyðans dal,
send honum boð, sum altíð alt ger væl!
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

