Møtti Jesusi í Jerusalem

„Tí, av tí at tú ert flógvur, og ert hvørki heitur ella kaldur, skal eg spýggja
teg út úr munni mínum – “
Op.3,16

 

 

Í 1978 hoyrdi Aril Edvardsen Gud tala til sín. Gud bað hann

fyrireika sjónvarpsssendingar til allan heimin. Sama árið er tað ein

kona í Norðurafrika, sum hoyrir Gud siga við seg, at ein dag skal

evangeliið um Jesus koma inn í øll arabisk heim. Tá liggur hon

innilæst á einum sinnissjúkrahúsi, tí at hon hevur vitnað alment um

trúgv sína.

 

Søgan byrjar, tá ið Safira úr Marokko skal fáa sín lívsdreym at ganga út.

Hon fer á pílagrímsferð ella Hadj, sum tað kallast, til Mekka. Allir

muslimar, sum hava ráð og góða heilsu at fara, mugu gera eina

pílagrímsferð til Mekka minst eina ferð í lívi sínum.

 

Fyri at gera túrin fullkomnan avger Safira at fara til Jerusalem at biðja í

tí stóru Al-Aqsa moskuni. Tá ið hon kemur til Jerusalem, eru pílagrímar

har í túsundatali. Teir standa í bíðirað at koma inn í ta viðgitnu moskuna.

Sjálv kemur hon ongantíð longur enn til portrið. Men hon setur seg niður

saman við fleiri hundrað øðrum at biðja úti á gøtuni framman fyri

inngongdina.

 

Maður í hvítum kyrtli

Safira greiðir frá, at meðan hon sat har og bað, sær hon ein mann í hvítum

kyrtli koma yvir til sín. Hann fer at tosa við hana, og hon svarar aftur.

Hann sigur frá ymiskum í lívi hennara og frá tí, sum hendir rundan um

tey, og so sigur hann við hana: “Tú hoyrir mær til. Eg eri vegurin,

sannleikin og lívið. Fylg mær.” Hon skilir ikki, hvat ið hesin hvítklæddi

maðurin meinar, og tá ið hann fer til gongu inn í tær trongu gøturnar í

Jerusalem, reisist Safira og fer rennandi aftan á honum. Hon megnar at

fylgja eftir honum eitt petti gjøgnum mannamúgvuna; men alt í einum er

hann burtur. Hon rennur aftur og spyr hini, sum sum sótu undir liðini á

henni, um tey hava sæð tann hvítklædda mannin, men tey svara bara, at

hon man hava fingið hitaslag og hevur mist vitið. Men Safira er sannførd

um, at hon møtti Isa – Jesusi, og at hann segði henni, hvat ið tann sanni

vegurin er. Hetta møtið broytir alt lív hennara.

 

Handtikin

Tá ið Safira kemur heim til Norðurafrika, er hon ikki før fyri at tiga um

tað, sum hon hevur upplivað. Hon fer undir at boða allastaðni, har hon

gongur, um sítt møti við Isa, og hvat ið hann segði við hana. Hon sigur

hetta við fremmand í bussinum, á marknaðarplássinum, har hon keypir

frukt og grønmeti, og í handlunum. Hon skapar mikla øsing við sínum

pástandum, og bløðini fara at skriva um hesa svøku konuna, sum kom

heim úr Jerusalem. Politiið handtekur hana, og teir hótta hana og siga, at

um hon ikki tigur, fara teir at læsa hana inni á einum sinnissjúkrahúsi.

Men Safira er ikki før fyri at gevast at siga frá Jesusi, og skjótt er hon

handtikin aftur. Hesa ferð verður hon send til eina læsta deild á

sinnissjúkrahúsinum.

 

Uggi

Tá ið fleiri mánaðir eru farnir, koma døtur hennara grátandi til

politimeistaran og lova, at tær skulu ansa eftir mammu síni, um tær bara

sleppa at fáa hana heim aftur við sær. Politimeistarin játtar hesum, um tær

vilja taka ábyrgdina at fáa hana at tiga. Tá ið døturnar koma eftir Safiru,

sigur hon frá einari ótrúligari søgu. Hon greiðir frá, at teir mánaðirnar, tá

ið hon var á læstari deild, fekk hon svøvnpulvur í teið, soleiðis at hon

svav størsta partin av tíðini. Men meðan hon svav, hevði hon dreymar og

sjónir, har Jesus kom til hennara og uggaði hana. Eitt av tí, sum hon

segði, var, at Jesus segði við hana, at ein dag fór hann at koma beint inn í

øll arabisk heim gjøgnum sjónvarpsskíggjan, uttan at nakrar maktir ella

myndugleikar kundu forða fyri tí, soleiðis sum teir nú royndu at steðga

henni. Tað var ov stórt og undurfult fyri hana at skilja; men hon goymdi

tað í hjarta sínum.

Tað hendi í 1978, tá ið Aril Edvardsen hoyrdi Gud tala til sín fyri aðru

ferð. Meðan Aril liggur og biður á sínum hotellkamari í Nairobi, talar

Gud við hann og sigur: “Far heim til Noregs og bygg mær eina

fjølmiðlastøð, tí nú fara útvarps og sjónvarps einkarrættindi at falla í

tínum egna landi og út um allan heimin.”

 

Vitjan á skrivstovuni

Tá ið Sarons Dalur byrjaði við sjónvarpssendingum á fylgisveini til

arabiska heimin í 1996, fór familjan hjá Safiru so við og við at hyggja at

sendingunum heima í egnu stovu síni. Sendingarnar førdu til, at onnur

dóttir hennara tók ímóti Jesusi í trúgv, og bæði hon og mamman hava

tikið brævaskeiðið “Nýggja Lívið” á arabiskum úr Sarons Dali. Einaferð,

tá ið dóttirin var og ferðaðist í Svøríki, fór hon inn á skrivstovu okkara í

Stockholmi. Henda skrivstovan hjálpir fólki víðari á leið. Har greiddi hon

frá søguni um mammu sína, og hvat ið hon hevði upplivað. Við sær hevði

hon eisini fleiri av blaðúrklippunum, har skrivað stóð um “svøku”

mammu hennara og ruðuleikan, ið hon skapti um alt landið, tá ið hon

kom heim úr Jerusalem og segði, at hon hevði møtt Jesusi Kristi, og at

hann er einasti vegurin til Himmals.

“Aril Edvardsen hoyrdi hesa frásøgn, áðrenn hann doyði, og eg veit, at

hon hevði stóra ávirkan á hann,” sigur Merzek pastorur á skrivstovuni í

Stockholmi.

Effie Campbell umsetti