Lívið verður bygt á sambond, ikki á lutir
”… tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur.”
Luk. 12,15
Tað eru fá fólk, sum hava upplivað slíkar royndir og trongdir sum Aleksandr Solzhenitsyn. Hann leið og fór ígjøgnum ræðuligar trongdir í fleiri áratíggju sum politiskur fangi í sibiriskum fangahúsum, sum vórðu kend undir navninum Gulag – men gjøgnum trúnna á Gud yvirlivdi hann og setti fingramerki eftir seg í heimssøguni.
Vit kunnu ikki bara læra nakað av honum, av tí at hann var ein yvirlivari, men eisini av tí at hann hevði verið í einari støðu, sum tey fæstu okkara hava verið í nánd av – einari tilveru har neyð og trot var á øllum. Hann livdi ikki bara, har eingi luksus-ting vóru, hann livdi eisini uttan vanligu neyðsynjarvørur.
Gev tær far um tað, hann skrivar í ”The Prison Chronicle”: ”Tú skalt ikki ræðast ólukkur, og ikki leingjast eftir lukku, tá ið samanum kemur, so er alt tað sama: Tað beiska varar ikki ævigt, og tað søta fyllir ongantíð koppin, so hann flýtur yvir. Tað er nóg mikið, um tú ikki stirðnar í kuldanum, og um svongd og tosti ikki pína teg ógvisliga. Um ryggur tín ikki er brotin, um føtur tínar fáa gingið, um tú fært boygt báðar armar, um tú sært við báðum eygum, og um tú hoyrir við báðum oyrum, hvønn skuldi tú tá verið øvundsjúkur inná? Og hví? Okkara øvundsjúka inn á onnur er tað, sum mest av øllum etur okkum upp. Gníggja eygu tíni, og reinsa títt hjarta – og set meira enn alt í verðini prís upp á tey, sum elska teg og vilja tær væl.”
Hetta er ein maður, sum hevur sæð, hvat ið av sonnum hevur virði her í lívinum – ikki lutir og ting, men samband við Gud og tíni kæru. Jesus segði: ”Síggið til og varið tykkum fyri allari havisjúku, tí hjá ongum stendur lívið í tí, hann eigur, um hann so hevur yvirflóð.” (Luk. 12,15)
”… et Ord til Dagen”
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

