Kann Gud gera undur í dag?
“Tað, tit biðja um í mínum navni, vil eg gera.”
Jóh.14,14
Ludvig Nommesen búði í Danmark. Hann var ein villur og bannsettur drongur, sum skapti trupulleikar bæði heima og í skúlanum. Men so ein dagin í árinum 1836 hendi ein vanlukka. Tólv ára gamli Ludvig varð ákoyrdur, og tað tyktist, sum skuldi hann gerast krypil restina av lívi sínum.
Meðan Ludvig lá hjálparleysur í songini, fór hann at lesa í Bíbliuni. Ein dagin las hann nakað, sum Jesus hevði sagt: “Tað, tit biðja um í mínum navni, vil eg gera.”
“Mamma, er tað satt? Kann Jesus gera meg frískan, um eg biði hann um tað?”
Mamma Ludvig var trúgvandi, og hon las ofta í Bíbliuni. Men hon trúði, at tað var bert ta ferðina, Jesus livdi her á jørð, at hann kundi gera menniskju frísk.
Ludvig kundi ikki gloyma tað, hann hevði lisið, og hann fór at biðja: “Gud, um tú vilt gera meg frískan, so vil eg fara út til heidningarnar og siga teimum um Jesus.”
Og undurið hendi – Ludvig bleiv frískur! Og hann gloymdi ikki tað, hann hevði lovað Gudi.
Tá ið Ludvig var 27 ára gamal, fór hann til Sumatra, sum er ein av teimum størstu oyggjunum í Indonesia. Fleiri tríboðarar vóru longu har; men allir búðu og arbeiddu úti við strondina.
Ludvig ætlaði sær inn í landið til Batak-fólkið. Hetta vóru verstu heidningar á oynni. Teir vóru mannaátarar. Teir seldu smábørn, kríggjaðust hvør móti øðrum, ótu menniskju og hongdu skallarnar upp til prýðis. Trúboðararnir ávaraðu Ludvig, og ríkisstjórnin segði, at hann ikki mátti fara hagar. Men í 1864 slapp hann, og hann fór einsamallur inn til Batak-fólkið.
Tað bleiv ein torfør tíð hjá Ludvigi. Hann mátti sova á gólvinum í einari smáttu, har fólk gingu út og inn alla tíðina. Men hann gavst ikki á hendur. Fleiri ferðir var tað um reppið, at hann bleiv dripin. Ein gandakallur blandaði eitur í mat hansara, og einaferð vildu teir ofra hann til avgudarnar. Men Gud varðveitti Ludvig, og teir innføddu skiltu skjótt, at tann Gud, hann bað til, var sterkari enn djevulin. Tá ið gandakallurin sá, at Ludvig ikki fekk skaða av eitrinum, bleiv hann frelstur.
Tey fyrstu, sum komu at hoyra um Jesus, vóru børnini. Ludvig segði teimum um Jesus, Guds son, og skjótt dugdu børnini nógvar kristnar sangir og frásagnir úr Bíbliuni. Sum frá leið, komu sjúk menniskju, og tey, sum vóru forfylgd og høvdu tað ringt, komu at hoyra um ein kærleiksfullan og almáttugan Gud. Mong tóku ímóti Jesusi og blivu doypt – høvdingurin var ein teirra. Tá ið Batak-fólkið vildi vita meir um Guds son, skrivaði Ludvig heim til Danmarkar og bað fleiri trúboðarar og lærarar koma.
Í 1876 vóru tað 2000, sum høvdu tikið ímóti tí glaða boðskapinum, og 20 ár seinni vóru 7000 kristin. Alt fólkið broyttist. Friður var, og sunnudag fór fólkið í kirkju at hoyra Guds orð.
Batak-fólkini gjørdust so ómetaliga góð við Ludvig Nommesen og kallaðu hann faðir sín. Tá ið hann doyði í 1918, 85 ára gamal, vóru fleiri túsund fólk, sum grátandi fylgdu børuni til kirkjugarðin.
Effie Campbell umsetti
Essay om Ludvig Nommesen blandt kannibaler i Sumatra
Edvard Poulsen

