Ein studentur í Keypmannahavn
„»Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?« “
1.Kor.15,55
“Eg havi einaferð hitt N. P. Madsen,” segði norski sóknarpresturin Joh. M. Wisløff. “Madsen var tá ein stuttan túr í Oslo. Eg hevði júst tá lisið hansara vekingarsøgu, og eg spurdi hann, um hon veruliga fór fram á henda hátt.” Hann svaraði: “Ja, má hon tæna Harranum til æru.”
Eg endurgevi hana her:
Nils Petter Madsen var úr einum trúgvandi heimi. Frá barnaárunum var hann borin á bønarinnar ørmum. Men sum ungur studentur kastaði hann seg við sínum bráða lyndi inn í tað glaða studentarlívið. Lívsins álvara var ikki enn runnið upp fyri hesum unga studenti, sum las læknafrøði. Tað var eisini sjáldan, at hann kom á gátt har, sum Guds orð varð boðað.
Men ein sunnudag var hann vilstur yvir á eitt útimøti uttan fyri Keypmannahavn. Nógv varð tosað um ein ungan prest, sum skuldi vera so orðakringur og hava vald á áhoyrarum sínum. Tað var hin kendi indremissiónspresturin Wilhelm Beck. Tað mundi vera áhugavert at hoyra hann.
Tað var ein frálíkan summardag. Ein stórur skari var komin á møti. Studentarnir høvdu sett seg undir nøkur bókatrø ovast uppi á heygnum. Beck talaði. Vegna sína hermansligu útsjónd, kallaðu tey hann ”Franski Obersturin”. Studentarnir máttu sanna, at hann hugtók teir, av tí at hann brúkti vanlig orð, sum øll skiltu, og var væl skorin fyri tungubandið; men tá ið hann endaði talu sína um ”hina dýrabaru perluna”, vendi hann sær beinleiðis til studentarnar, sum sótu har so ásýniligir fyri øllum við sínari studentahúgvu á høvdinum. Hann spurdi: ”Men tit studentar har uppi – hava tit funnið hina dýrabaru perluna?”
Tá bar av. Fólk vendu sær á at hyggja at teimum. Tað skuldi ikki henda eina ferð afturat. Teir lovaðu sær sjálvum og hvørjum øðrum, at hetta var síðstu ferð, at teir lurtaðu eftir honum.
So gekk ein tíð. Eitt kvøldið gekk Nils Petter fram við einari av kirkjunum í Keypmannahavn. Hetta var eitt stað, har hann sjáldan kom; men hesa ferð visti hann ikki av, fyrr enn hann við mannamúgvuni var komin inn í kirkjuna. Tað var hin yndisligi tónleikurin, sum dró hann. Hann ætlaði sær bara at hoyra orgultónarnar og so smúgva sær útaftur. Men tá ið orglið tagnaði, og sangurin var at enda komin, hugdi hann upp móti prædikastólinum, og sanniliga – har stóð ”Franski Obersturin”.
Nei, her ætlaði hann sær ikki at vera. Men hvussu slapp hann útaftur? Hann stóð uppi í hálvari miðgongini í einari stúgvandi fullari kirkju. Um hann vildi ella ikki, mátti hann verða standandi og hoyra prædikuna hjá Beck, og hon var bæði long og kraftarmikil.
Talan hevði fingið tak í hann. Men nú skuldi tað vera síðstu ferð. Tað lovaði hann sær sjálvum.
Á jólum fór hann heim aftur. Mamma var sum altíð so undursama góð. Hann skilti væl, hvat ið lá henni á sinnið. Tað var sál hansara. Men hon segði ikki so nógv, fyrr enn tá ið tey søgdu hvørt øðrum farvæl, tá ið hann skuldi aftur á lærda háskulan. Tá hugdi hon beint inn í eyguni á Nils Petteri.
”Eg fái ikki fylgt tær inn til býin,” segði hon, ”men tað skalt tú vita, góði, at hvar ið tú enn ert, so ert tú umgyrdur.”
Hetta hevði sterka ávirkan á hann, og hann slapp ikki so skjótt frá orðunum hjá mammu síni. Dansurin og tað káta lívið hjá vinmonnunum smakkaði ikki so gott longur. Men eftir eina tíð hevði hann kortini fingið rist ávirkanina av sær, og hann var aftur hin gamli glaði knassin í vinaflokkinum.
So hendi nakað ein dagin. Aftur gekk hann fram við einari kirkju. Aftur ljóðaðu orgultónarnir út til hansara. Tað var okkurt tølandi við teimum, og hann varð drigin við inn. Hesa ferð var kirkjan ikki so full sum síðst. Hann setti seg á ein av aftastu sessunum. Tónleikur og sangur endaðu. Og sanniliga har uppi á prædikastólinum stóð aftur ”Franski Obersturin”. Hetta líktist ongum. Skuldi hasin maðurin altíð jagstra hann? Nils Petter reistist og ætlaði sær at kvika sær út. Tá lesur prestur við harðari rødd: ”Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg!” (Sálm. 139,5 V. D.)
Hann stóð sum negldur í gólvið. Hetta vóru jú skilnaðarorðini hjá mammu. So mundi hetta veruliga vera satt. Hann var umgyrdur av móður og Jesu kærleika. Hann orkaði ikki at fara út úr kirkjuni. Hann setti seg og lurtaði og lurtaði. Henda álvarsliga vekingarprædikan neit hann í hjartað. Hann mátti taka eina avgerð. Nú ella ongantíð! Og tá ið hann fór út úr kirkjuni, hevði hann tikið hana. Hann fór beint heim til sítt lítla studentarkamar, boygdi knø og gav sál sína upp í Guds hendur. ”Tú kennir meg, Gud,” segði hann. ”Tú veitst, at eg ikki elski teg; men vilt tú hava meg, tak meg so. Eg vil vera tín.”
Og hann greiðir síðani frá, hvussu ein ómetaliga stór gleði fylti sál hansara. Hann treiv í at syngja hin gamla sálmin, sum hann hevði lært heima:
Mín Immanuel, mín Gud,
ríka himnagleði
fekk mín arma sál í lut
á tí dýra degi,
tá títt blóð á krossi rann,
og mær ævigt lív tú vann!
”Um onkur hevði sæð meg tá, høvdu tey hildið, at eg var vorðin so púra ørur,” segði hann seinni. Hann hoppaði høgt av gleði. Snaran brast, sálin var frí. Gleðin gjørdist eisini stór heima. Bønirnar, sum mamma hevði biðið í mong ár, vóru nú hoyrdar.
Tá ið ein tíð var liðin, gavst Nils Petter at lesa læknafrøði. Gud kallaði hann til prestagerningin, og hann gjørdist ein prestur av Guds náði.
– – –
Seinni las eg í donskum bløðum, at sóknarpresturin Nils Petter Madsen var deyður, og ein danskur vinur bar hesa heilsan til vinir hansara: ”Sig við øll tey heilagu, at eg elski tey so høgt.”
Tríggjar dagar, áðrenn hann doyði, hevði hann skrivað til ein vinmann: ”Mín kæri vinur! Nú er tað avgreitt. Læknin kann ikki siga dagin; men hjartað kann svíkja nær sum helst. Á, kæri vinur, tað er bara frøi í sál míni. Sig allari verðini tað, at Jesu frelsa er ein heil frelsa, bæði frá syndini og frá deyðanum og frá djevulsins megi. Túsund ferðir halleluja!”
Á, tann deyði! Á, tann sigur! Sanniliga, Nils Petter Madsen gjørdi eitt gott val!
Hevur tú gjørt tað?
Edvard Poulsen

