Terje Liverød – maðurin sum var deyðføddur, men kom til lívs aftur

„Áður enn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, áður enn tú komst av móðurfangi, halgaði eg teg; til at vera profet tjóðanna havi eg sett teg. “
Jer.1,5

 

Tá ið hann á Visjon Norge verður spurdur, um hann vaks upp í einum kristnum heimi, svarar hann, at tey gingu í kirkju á jólum, og tað var tað. Men hann bleiv frelstur sum 16–17 ára gamal, og tá fekk hann kall at fara út í missión, og tað bleiv til Vesturafrika. Har virkaði hann í 4–5 londum; men tá talaði Harrin við hann og segði, at nú skuldi hann fara til Noregs.

 

Hann fór so til Sandefjord, sum var heimbygd hansara. Har talaði hann á einum møti. Tá ið møtið var liðugt, kom ein kona yvir at tosa við hann.

„Góðan dag,“ segði hon, „eg eiti Borghild, og eg eri 85 ár. Eg havi fylgt við tær alt lív títt. Tann dagin, tá ið tú vart føddur, var eg til arbeiðis á sjúkrahúsinum. Eg eri jarðarmóðir, men eg arbeiddi á føðistovuni við síðuni av tí, har tú komst til verðina.

 

Eg hoyri til hvítusunnusamkomuna Salem í Sandefjord, og eg havi lært meg at hoyra rødd Harrans. Eg hoyri týðiliga rødd Hansara, og henda dagin segði Hann: „Far inn í føðistovuna við síðuna av og bið jarðarmóðrina geva tær tað dreingjabarnið, sum hon hevur lagt til viks sum deyðføtt, tí Eg havi stórar ætlanir fyri hann!“

 

Hon tók meg so og gav mær eitt slag í ryggin. Tá byrjaði eg at anda. Hon fór so rennandi avstað og legði meg í eina kuvøsu.

 

Tað gingu einir tveir tímar, áðrenn tey tóku meg og løgdu meg á bringuna á mammu.

 

Seinni hevur mamma sagt, at hon undraðist á, hvørjar ætlanir Gud hevði við lívi mínum. Nalvastrongurin hevði vundið seg um hálsin á mær, tí hevði eg ikki kunnað andað.

 

Hann varð kliptur av, men hann hevði skatt málbondini, og eg fekk næstan ikki tosað. Foreldrini fingu boð um, at eg mátti ganga á serskúla. Men nakað seinni spurdu foreldrini, um eg ikki kundi sleppa at ganga í vanligum barnaskúla.

 

Tað slapp eg so, men eg fekk eitt bræv við frá serskúlanum, og har stóð: „Hann kann ongantíð gerast prestur ella lærari.“ Men eg havi talað alt mítt lív. Tá ið eg var 26–27 ár, kom Borghild og segði: „Tað er ótrúliga gott at síggja, at tey profetaorðini, sum eg fekk um teg, eru nú við at ganga út!“ Effie Campbell