HMU-kór stovnað til stórmøtini
“Hugskotið byrjaði til ungdómsleguna í summar, tá eitt dreingjakamar undirhelt á leguni við sangi og sangframførðslu. Teir sungu bæði væl og hart og í fleiri stemmum. Eftirfylgjandi kom tankin aftur til mín á 17+ leguni, har eg hoyrdi, hvussu tey ungu sungu av hjarta til felagssangin. So til felagsungdómsmøtið á bíbliuskeiðnum var avgjørt, at nú skuldi tað vera.” sigur Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge, ið hevur tikið intiativið og stjórnar kórinum.
“Eg lýsti við ungdómskórinum til felagsungdómsmøtið á bíbliuskeiðnum, og yvir 50 ung skrivaðu seg á listan” sigur kórleiðarin,
Av tí at tað beinanvegin vóru so nógvir sangarar á listanum, varð ikki gjørt meir við at lýsa fyri kórinum, men øll, ið síðani hava spurt um at syngja við, hava sjálvandi fingið loyvi til tað.
Kórið fer at framføra leygarkvøldið til ungdómsmøti á Stórmøtunum.
Tað vera 3 føroyskir sangir, sum tey ungu øll kendu áðrenn.
Í fyrstu atløgu var ætlanin bara at hava ta einu framførðsluna, men eftir fyrstu venjing, var spælt við tankan, um kórið møguliga fer at halda fram, um áhugi er fyri tí.
Hoyr ein stuttan brellbita frá fyrstu venjingini her:
Trúboðin




