Ummæli av sangfagnaðarkonsertini 2026
Tað var í spenningi at eg í dag koyrdi norð til leguhúsið í Nesvík á konsert hjá Sangfagnaðinum 2026. Sangfagnaðurin hevur í ár 10 ár á baki, og nærum hvørt ár hevur onkur av mínum luttikið sum sangari. Tey árini, ið eg sjálv ongan átti sum luttakara, eru vit tó farin á konsert fyri at hoyra tað, ið børnini eftir bert nøkrum døgum hava vant og lært seg at framføra.
Frá øðrum árum visti eg, at nógv orka verður løgd í hesar dagar, og at avrikið plagar at vera sera gott. Og í ár var einki undantak- eg fór ríkað og signað heimaftur.
Konsertin:
Framførslan byrjaði við, at ímeðan tónleikarnir spæla, so koma børnini rennandi inn og stilla seg á sítt stað. Frá fyrsta tóna av hoyra vit dugnaligar tónleikarar, har tey flestu hava verið við fleiri ferðir.
Og sum børnini koma rennandi inn, stendur kórleiðari beinanvegin fyri teimum og vísir teimum á tey tekn og rørslur, ið tey nú skulu gera, ímeðan bíðað verður eftir at øll eru komin inn á gólvið – 160 luttakarar umframt umleið 30 leiðarabørn eru tey í ár!
Felagskórið:
Hetta er felagskórið, sum tá øll eru komin inn tríva í fyrsta sangin: “Sært tú ælabogan lýsa”. Og jú, har standa tey: í litføgrum blusum, ið tilsamans mynda ælabogan. Litirnir á blusunum umboða eisini teir litir, ið sangfagna-blusurnar hava havt øll árini, og riggaði tað sera væl til teirra 10 ára hald.
Og fyri at geva ælabogalitunum og framførslunum nakað eyka, so høvdu børnini ljós í hondini, sum tey veitraðu við á ymiskan hátt ímeðan sungið varð, so at konsertin av álvara hevði ein festligan dám.

Ímeðan tey sungu sín fyrsta sang, hugsaði eg við mær, at tey ið standa fyri, hava funnið og kenna leistin. Her eru dugnaligir kórleiðarar, ið leiða børnini væl ígjøgnum konsertina soleiðis, at øll kunnu kenna seg trygg og vita, hvat tey eiga at gera. Tey eru væl skipaðið: onkur tekur sær av at vísa børnunum rørslurnar, onkur leiðir sangin, og onkur tekur sær av, at solistarnir vita júst nær og hvussu tey skulu syngja og kann lofta teimum, um tørvur er á tí.
Leiðarnir eru royndir – tey flestu hava verið við frá byrjan – og vita tey júst hvussu tey skulu gera, soleiðis at børnini fáa víst so væl í verkið sum gjørligt, tað tey hava vant hesar dagar. Sera gott og er hetta við at tryggja gott úrslit, men hetta gevur eisini børnunum fortreytir fyri, at fáa eina góða uppliving, tá tey framføra sínar sangir.
Sangurin hjá felagskórinum rungar her undir leiðslu av Ámundi Berthelsen, Joan Niclassen og Bjartu Ásbjørnsdóttir Arge, og ein kann ikki annað at verða bergtikin av hesum glaðu børnunum, ið syngja av hjarta og ústrála eina slíka gleði, at tað rørir okkum áhoyrarar. Tey hava hesar dagar lært tekstir uttanat, løg og rørslur og er tað imponerandið, tá hugsað verður um, at tey bert hava verið í Nesvík síðan hósmorgunin.
Eftir fyrsta sang verður bjóðað vælkomin har lagt verður fram, at evnið á ársins Sangfagnaði er “Syng Guði lov”. Og at sum fokusøki hava tey valt ælabogan, fyri at minna okkum á, at Gud er hjá okkum og passar uppá okkum.
Barnakórið:
Eldru børnini fara nú av pallinum og eftir standa børnini, ið ganga í 2.-4. fl saman við kórleiðarunum hjá sær, sum í ár vóru Karin Petersen, Vivian Ole-Jacobsen, Dagmar Djónadóttir og Tova Sigurdsdóttir Nielsen. Barnakórið syngur tríggjar sangir. Og sjálvt um øll tey eldru nú eru farin av pallinum, so syngja børnini trygt og sannførandi: “Nú byrjar brakið, vit lyfta takið, kom latið sangin fylla alt”!
Og allatíðina gera tey rørslur til. Tey syngja hart og væl við, men vita eisini í støðum, at syngja spakuligt fyri síðan at brúsa fram við sanginum fyri at undirbyggja tekstir so sum: “Hann æru og prís fáa skal!” Yndisliga fara tey eisini frá at syngja einræddað til at syngja fleirræddað í støðum. Flott!
Leiðarakórið:

Yngru børnini sessast nú á gólvinum frammanfyri áhoyrarunum, og fáa vit nú at vita, at vit í ár fáa eitt eyka kór at hoyra: Leiðarakórið, ið er sett saman av kórleiðarum og leiðarum annars, ið hava tikið tøk í Nesvík hesar dagar. Tey koma upp á pallin og framføra saman við tónleikarunum nú eitt lagatyssi við sangum, ið hava verið við hesi 10 árini. Stuttligt at hoyra og minnast aftur á.
Og vit hoyra enn einaferð, at hetta eru fólk, ið duga at syngja og spæla og seta saman eitt lagatyssi við ymiskum sangir, har alt bara situr, sum tað skal. Vit hoyrdu ein fantastiskan sang fyri og annan eftir. Fleiri av teimum týddir og yrktir til høvið hesi árini. Og eg hugsi: hvar eru sangirnir í dag? Okkurt er tøkt á alnótini, og tað er sera gott. Møguliga kundu hesir sangir eisini verið útgivnir og tøkir at lurta eftir á stroymingstænastum e.l og á hendan hátt framhaldandi verið til gleði, kveikjan og uppbyggjan.
Andakt og Juniorkórið
Eftir leiðarakórið fáa vit eina andakt frá Marjan Kass Nielsen, ið fyri 10 árum síðan tók stig til fyrsta sangfagnaðin. Marjan tosar um ælabogan, ið varð settur á himmalin sum eitt lyfti frá Guði til menniskjuni á døgum Nóa, og sum eisini eru galdandi í dag: “sært tú ælabogan lýsa, allir litirnir teir vísa okkum aftur á Guð. Hann, sum gevur vón”.

Nú verður Juniorkórið- tey í 5.-7. fl. bjóðað fram á pallin. Glað koma tey fram, og eg hugsi, at tað hevði verið hóskiligt her aftur at hoyrt dugnaligu tónleikararnar spælt tey inn á pallin. Yvirhøvur kundu tey spælt til fleiri ella øll skiftir, tá tað jú er ein frægd at hoyra tey.
Men vit fingu tónarnar, tá øll børnini stóu klár: góðar tónar og rytmisk/tónleikalig ljóð av ymiskum slag, sum leiða børnin í sangin: “Guð góður er og Hans náði hon varir í ævir”. Hesa ferð undir leiðslu av kórleiðarunum Hallgerð Brim, Helenu Hansen og Jannet Hanusardóttir Højgaard.
Juniorkórið syngur 3 sangir, ið eisini allir eru rytmiskir við lættum dámi og tilhoyrandi rørslum, har børnini eisini venda sær ímóti hvør øðrum og syngja sangirnar og gleðina fram í hvørjum øðrum. Aftur hoyra vit einræddað, yvir í fleirræddað. Broytingar í dynamikki og rútmu og annað, ið ger hetta stuttligt og livandi at hoyra sum áhoyrari.
Endin/felagskórið:
Yngru børnini koma nú aftur á pallin, og vit hoyra felagskórið syngja brúsandi “Skín, Jesus skín, fyll várt land við tí dýrd tú hevur”. Seinasti sangurin var “Gloria” har vit sluppu at hoyra, hvussu kórið skifti dur fleiri ferðir, men komu trygt inn aftur á sangin hvørja ferð: flott!
Eftir stóran fagna vóru vit so heppin at fáa eitt eykalag, ið var eyðkendi sangurin “Veitslurómur er og gleði”. Hesaferð eru allir leiðarar við, og solistarnir til hendan sangin eru børn og vaksin, ið hava verið við øll hesi 10 árini, og var tað stuttligt og rørandi at hoyra og síggja og ein góður endi á eina serstakliga góða konsert- aftur í ár.
Samanumtikið:
Hesar dagar í Nesvík hava børnini fingið uppliving og lærdóm við sær, ið hoyrir sangfagnaði til. Vit sóu dugnaligar solistar í øllum aldri, ið við dirvi framførdu sínar sangir yndisligað, trygt, við áræði og sannførandi. Vit mugu ásanna, at vit eiga sera dugnalig fólk, ið skipa fyri og leiða kórini hegnisliga við góðum, uppbyggjandi sangum, ið eru til gleði og signing fyri bæði luttakarar og áhoyrarar.
Saman við dugnaligu tónleikarunum kann eg bara staðfesta, at vit eru rík, at vit við hesum tiltaki kunnu geva børnunum ein andaligan og tónleikaligan førning við sær heimaftur. Eftir Sangfagnaðin 2026 stendur bjartast fyri mær evnið frá í ár:“Syng Guði lov”! Honum veri æran og tøkkin. Fyri í ár, men eisini fyri hesi 10 árini, ið vit- higartil- hava átt Sangfagnaðin.
Poula Reinert Olsen
Poula R. Olsen



