Brødets hus – nýggj skaldsøga frá Lohse
Bókin er ein spennandi skaldsøga um Rutt í Gamla Testamenti, og er fimta bíbilska skaldsøgan á donskum eftir Tessa Afshar.
Noomi hevur mist vónina eftir at maður hennara og báðir synir teirra eru deyðir. Hon ger av at rýma frá Móab og fara heim til Betlehem, og verdóttir hennara Rutt, fer við henni. Tær ganga eini ótryggari tíð á møti, men Rutt arbeiðir hart fyri at kunna uppihalda bæði sær sjálvari og síni vermóðir.
Í Betlehem fer Rutt í holt við at savna korn á kornakrunum hjá Boaz. Hann er í ætt við Noomi, og hann ger tí av at hjálpa og verja ta ungu einkjuna. Men Noomi grunar, at okkurt annað enn ábyrgdarkensla liggur undir hansara umsorgan, og mælir Rutt til at gera nakað við tað. Hinvegin hevur Rutt góðtikið sína støðu sum einkja og er takksom fyri teir vinir, hon hevur fingið, men kann Gud veruliga hava størri ætlanir við hennara lívi?
Bókin kostar 300 kr og kann keypast her: Brødets hus— Manna.fo
Aðrar bøkur í hesi røð:
- Håbets port – kr 300 – kann keypast her: Håbets port— Manna.fo
- Tavshedens land – kr 300 – kann keypast her: Tavshedens land— Manna.fo
- Englenes brød – kr 300 – kann keypast her: Englenes brød— Manna.fo
- Perlen i sandet – kr 300 – kann keypast her: Perlen i sandet af Tessa Afshar
Trúboðin
