HMU Lovsongur – Sælasta vissa
HMU Lovsongur gevur í dag nýggja staklagið “Sælasta vissa” út. Útgávan er ein nýggj útseting av heimskenda lovsanginum “Blessed Assurance”, ið Fanny Crosby skrivaði orðini til í 1873.
Sangurin varð tikin upp á nýggjársleguni 2026 í Nesvík, har ein stórur skari av ungum sangarum og tónleikarum var við í lovsangsbólkinum. Anton í Liljudali hevur staðið fyri útsetingini, sum gevur gamla lovsanginum ein nýggjan og nútímans dám.
Nýtt lív í føroyska lovsangsskattin
“Sælasta vissa” er fimta útgávan hjá HMU Lovsongi og samstundis seinasti sangurin á hesum sinni í eini røð, har Anton hevur útsett fimm sangir úr Missiónssangbókini (nr. 22, 359, 360, 438 og 884) í nýggjum búna.
HMU Lovsongur hevur nú skipað ein arbeiðsbólk og lagt eina langtíðarætlan um at geva føroyskar lovsangir út regluliga komandi árini, umleið fýra útgávur um árið. Endamálið er bæði at varðveita og endurnýggja føroyska lovsangsskattin, samstundis sum nýggir lovsangir eisini verða givnir út.
Á henda hátt ynskir HMU Lovsongur at gera føroyskan lovsang lættari atkomuligan og geva bæði gomlum og nýggjum sangum nýtt lív.
Sælasta vissa – Jesus er mín!
”Sælasta vissa” er sangur nr. 438 í missiónssangbókini og stendur undir evninum ”Trúarinnar friður og gleði”. Í sangbókini verður eisini víst til orð Jesu í Jóh 10, 11:
“Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar” (Jóh 10, 11)
Tá ið eg lesi hetta versið og seti tað í sambandi við sangin, hugsi eg serliga um ta sælastu vissuna, vit kunnu eiga í, at Jesus er hin fullkomni hirðin, sum kennir seyðir sínar og leggur lív sítt til fyri teir – fyri okkum.
Í hesum lítla orðinum ”fyri” (ὑπέρ á grikskum)[1]finna vit kjarnan í gleðiboðskapinum. Jesus gevur sítt lív okkara vegna – ja, á krossinum tekur hann mítt stað!
Hann doyr – og eg verði fríkeyptur!
Tí eg eri sjálvur millum teirra seku. Mín synd er verulig, mítt fall er veruligt. Eg havi uppiborið dóm, men Jesus bar á Golgata dómin, sum eg hevði uppiborið. Við deyða sínum hevur hann vunnið mær og tær frið og gjørt okkum sátt við Guð. Hann hevur opnað okkum vegin til Faðirin!
Tí kann eg hvíla og líta fult og fast á hansara lyfti: at mítt synduga hjarta er tváað og skuldarbrævið strikað út!
Ja, “sum eystrið er fjarlagt frá vestri, so hevur hann firrað misgerðir várar frá okkum.” (Sl 103,12)
Tað er júst hetta, sum ger vissuna so sæla. Tað er ongantíð mín sigur, men hansara sigur. Ikki mítt verk, men Jesu fullgjørda verk.
Hetta er av sonnum tann sælasta vissa, eg veit um: at vit, sum seta okkara álit á Jesus, ikki skulu glatast, men eiga ævigt lív. Tí er Jesus mín gleði og mín lovsongur – bæði her í hesum lívinum og einaferð í uppreisnini.
Við á útgávuni eru:
Sangarar:
Anton í Liljudali
Fríðunn í Liljudali
Jóhanna Sámalsdóttir
Teitur Poulsen
Hedvig Davidsen
Helena Sunnsker
Gittarar:
Anton í Liljudali – kassagittari, banjo og bouzouki
Einar Poulsen – ravmagnsgittari
Jónas Thomsen – bassgittari
Rógvi Jacobsen – kassagittari
Rútma/Stev:
Ámundur Berthelsen – slagverk
Dávid Olsen – trummur
Ljómborð og klaver:
Hallur Reynslág – ljómborð
Salomon Skorastein – klaver
Ljóðtøkningar:
Egin Tollakson
Hjalmar Waag Arge
Framleiðslan er gjørd av Antoni í Liljudali og Halli Reynslág. Síðani hevur Jad De Peralta í Amsterdam í Niðurlondum ljóðblandað sangin, meðan Drew Lavyne í New York, USA hevur staðið fyri frumbandinum (mastering).
Sangurin er eisini at finna á YouTube við teksti: https://www.youtube.com/watch?v=lfwL8teuz_g
[1] Orðið merkir eisini: í staðin fyri, t.v.s. : í seyðanna stað ella: seyðanna vegna.
Anton Í Liljudali




