Fyrsti økisfundur verður í Kollafirði í morgin

Í vetur bjóðar Heimamissiónin til økisfundir kring landið, har øll missiónsáhugaði eru boðin við. Fyrsti fundurin verður hóskvøldið 29. oktober kl. 19-21 í Kollafjarðar missiónshúsi.

Umboð fyri leiðsluna hjá Heimamissiónini koma at kunna um gongdina í felags arbeiðinum, og síðan er høvið hjá fólki at seta spurningar og siga sína hugsan um missiónsarbeiðið.

– Endamálið við hesum fundum er at koma á tal við missiónsfólkið kring landið, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari. Vit eru ein stór og breið rørsla, og vit vilja fegin bæði kunna og hoyra hvørja hugsan fólk hava um kósina í missiónsarbeiðinum framyvir.

Øll eru hjartaliga vælkomin til økisfundin. Aftaná eru øll boðin til ein drekkamunn.

Økisfundirnir í vetur verða annars í hesum støðum kl. 19-21:

  • Kollafjørður: Hóskvøldið 29. oktober í missiónshúsinum í Kollafirði
  • Toftir: Týskvøldið 3. november í Tabor á Toftum
  • Tvøroyri: Mikukvøldið 4. november í missiónshúsinum á Tvøroyri
  • Tórshavn: Týskvøldið 10. november í meinigheitshúsinum í Havn
  • Klaksvík: Mánakvøldið 11. januar 2027 í KFUM-K í Klaksvík
  • Miðvágur: Mánakvøldið 18. januar 2027 í missiónshúsinum í Miðvági
LES EISINI  Saman kunnu vit fáa úrslitið í javnvág í 2026
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina