Tá ið tað ógjørliga kortini hendir… 2:2

„Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: »Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt.« “
Jóh.4,39

 

Bara nøkur fá okkara liva enn

Blaðið hjá Evangeliesenteret “Ennå er det håp” hevur vitjað Hilde meir enn 15 ár eftir hennara broyting. Nú er hon væl fyri við egnari hugnaligari íbúð í Larvik. Hon hevur tikið koyrikort og keypt sær bil. Eftir eitt lív á ranguni kann hon í dag brúka tær royndirnar, hon gjørdi í tí ringa tíðarskeiðinum í lívi sínum, til okkurt gott og uppbyggjandi fyri menniskju, sum uppliva, at lívið viðhvørt kann vera fløkjasligt. Og hon greiðir frá:

“Í dag eru vit bara eini tvey, sum eru á lívi av tí gamla bólkinum, sum taldi yvir 20 persónar. Hini eru deyð av rúsi. Og eg var eingin sibbi, tá ið talan var um at drekka. Eg livdi tað harða lívið í 25 ár og endaði við at gerast ein rúsmisnýtari, sum eingin helt tað vera møguligt at bjarga.

 

Men tað ógjørliga hendi kortini

Nú havi eg verið rúsfrí í meir enn 13 ár, og eg veit, at eg ikki ynski at fjeppast og amast uppi í alkoholi aftur. Í dag síggi eg, hvussu Jesus hevur varðveitt meg tey árini, eg var rúsað. Og eg slapp at byrja av nýggjum við blonkum ørkum í 1997.

 

Eg var so langt niðri, sum eg bara kundi koma, og eg var móð av lívinum. Mær tykti, sum eg slapp ikki úr hesum. Eg hevði verið fleiri ferðir á Bláa Krossi, men einki hjálpti. Agnes, sum eg ikki kom at kenna rættiliga væl, fyrr enn eftir at Bjørn var deyður í 1981, gjørdi alt, hon kundi, at fáa meg aftur á beint. Hon tók sær av mær og hjálpti mær at fáa viðurskiftini í rætt lag aftur, og hon var ein stuðul, sum megnaði at fáa meg at líta ljósari at tilveruni, hóast eg ofta datt útí aftur. Eitt er at sleppa tær av við rúsin; men tað, sum hevur størstan týdning, er at skifta umhvørvi. Tað ber snøkt sagt ikki til hjá tær at ganga saman við teimum gomlu vinunum. Brýtur tú út, so verður tú eisini illa kendur, so tað er ógvuliga torført. Eg megnaði tað ikki.

 

Fyri mín part síggi eg tað so, at Gud hevur havt eina ætlan við lívi mínum; men eg var á villum vegum, uttan fyri ætlan hansara. Men Jesus gevst ongantíð.

 

Sat einsamøll í stovuni heima

Eg vildi burtur úr rúsumhvørvinum, men einki hjálpti í mínari støðu. Um hesa tíðina var eg eisini komin at kenna nøkur úr tí kristna umhvørvinum, og tey róku “Stovuna”, eitt tiltak hjá hvítusunnusamkomuni í Larvik.

 

Fyri meg kom loysnin ein februardag í 1997. Eg sat heima í egnu stovu míni, uttan at vera ávirka av nøkrum. Eg var einsamøll heima – tað var kvøld, myrkt var úti, og tað var bølamyrkt innan í mær. Tá hevði eg fullkomiliga mist vónina. Tað bar ikki til at koma longur niður við lívi mínum. Eg ynskti mest av øllum, at lívið skuldi enda har og tá. Mær tókti, at allir møguleikar vóru royndir. Alt var farið í baklás.

 

Tá bað eg hesa einfaldu bønina: “Jesus, um tú ert til, so mást tú hjálpa mær út úr hesum.”

 

Eg dugi ikki at greiða frá, hvat ið hendi teir næstu minuttirnar. Tað var sum ein heitur streymur fór gjøgnum allan kroppin á mær, og alt lív mítt varð fullkomiliga broytt. Alt kom so brádliga, og eg fataði ikki, hvat ið tað var, sum hendi, so eg royndi at doyva tað við einum glasi av brennivíni; men eg upplivdi bara at gerast ómetaliga sjúk.

 

Í tí løtuni skilti eg, at eg hevði møtt einari kraft, sum var sterkari enn alkoholið, og síðani tað kvøldið, havi eg fingið loyvi at liva eitt lív uttan rús.

Í fyrstuni vóru tað helst ikki øll, sum trúðu mær. Men í dag síggja tey, at tað heldur – tað, sum eg upplivdi.

 

Eftir at eg varð frelst, havi eg virkað fyri Harran. Eg fari út ymsastaðni og sigi, hvat ið fekk meg út úr rúsumhvørvinum. Og í dag eri eg við í hvítusunnusamkomuni í Betania í Larvik, og eg stórtrívist í tí umhvørvinum. Um eg kann vera til ugga og hjálp fyri onnur, so er tað jú gott. Og eg kenni, at tá ið eg kann geva Jesusi æruna og siga øðrum frá, hvat ið hann hevur gjørt fyri meg, so er tað okkurt, sum kann fáa týdning fyri onnur.

 

Í dag er Jesus miðdepilin í lívi mínum, og eg havi funnið eitt trygt og gott umhvørvi í hvítusunnusamkomuni. Fyri 30 árum síðani var tað helst eingin, sum trúði, at eg – Hilde Martinsen – ein dag skuldi vera uppi í sangkórinum í Betania. Men eitt møti við Jesus kann seta sjálvt tann mest bundna rúsmisnýtaran í frælsi,” sigur Hilde Martinsen.

– – –

Oddvar Schjølberg hevur skrivað hesa greinina. Hon stendur í einari bók, sum kom á vári 2011 og kallast “Tyskertøsen som ble gatas samaritan”. Henda greinin stóð í blaðnum “Ennå er det håp!” Effie Campbell umsetti