Laksalýs
„Elisa sendi út til hansara hesi boð: »Far og baða tær sjey ferðir í Jórdan, so skal hold títt grøðast, og tú verður reinur!« “
2.Kong.5,10
Eg sat og hugdi eftir Bedehuskanalen. Sendingin kallaðist ”Samtalen”. Har var eitt pallborð við fýra fólkum. Tey tosaðu um, hvussu tú kanst hoyra frá Gudi. Tann eini maðurin segði so: ”Tú kanst hoyra Hann tosa beinleiðis við teg, ella tú kanst síggja eina mynd.”
So fór hesin maðurin undir at siga frá: ”Eg havi ein vinmann, sum fór undir laksaaling fyri árum síðani (2006), tá ið alingin rættiliga tók dik á seg. Men tá ið nøkur ár vóru farin, kom lús í aliringin. Har stóð illa til. Hann visti hvørki út ella inn. Hann var trúgvandi maður, so hann vendi sær til Harrans og bað Hann siga sær, hvat ið hann nú skuldi gera. Tá sá hann eina mynd. Hann sá eitt stórt egg. (Maðurin, sum greiddi frá hesum, vísti við hondunum, hvussu stórt eggið var. Eg meti tað mundi vera eini 16 cm). Hann, sum átti aliringin, fekk gjørt sær tvey sovorðin egg, og so loraði hann tey niður í ringin. Hetta loysti trupulleikan.
Einaferð, tá ið hesin maðurin skuldi á ein aðalfund hjá Marine Harvest, spurdu hinir hann, hvussu hann fekk henda løgna tankan, at hasi eggini kundu hjálpa. Tá svaraði hann: ”Tað er ikki mær fyri at takka. Eg visti hvørki út ella inn.” Og meðan hann peikaði upp móti himli, segði hann: ”Eg spurdi Hann, sum var til, áðrenn eggið og hønan vórðu skapað!!”
Ja, Harrans loysnir kunnu viðhvørt tykjast heldur løgnar; men hatta møta vit fleiri ferðir í Gamla Testamenti. Her eru tvey dømi. Í 2. Mós. 15, 23 – 25 lesa vit, at Ísraels fólk komu til eitt vatn, men tað var ikki drekkandi, tí tað var so beiskt. So meylaðu tey inn á Móses, sum fór at rópa á Harran. Harrin vísti honum á eitt træ og bað hann blaka tað niður í vatnið, og so bleiv tað drekkandi.
Eitt annað dømi er um profetin Elisa í 2. Kongab. 4,38 – 41, har profeturin bað tænara sín fara út í hagan og henta urtir. Tænarin tók eina rúgvu av villum agurkum. Men tá ið etast skuldi, róptu lærusveinarnir hjá Elisa: ”Deyðin er í pottinum!” Maturin var ikki etandi. Men Elisa bað teir geva sær eitt sindur av mjøli, sum hann stoytti í pottin og rørdi runt. Tá var tað hin besti grýturættur. Effie Campbell
Edvard Poulsen

