Mín lukka
“Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum.”
Sálmi 73,28
Eg havi ofta eitt ávíst skriftstað á munni, tí mær dámar tað so ómetaliga væl. Tað stendur í Sálmi 73,28: “At leve Gud nær er min lykke.” Á føroyskum ljóðar tað: “Mítt góða er at vera Gudi nær.”
Um tú spyrt fólk á gøtuni, hvat ið lukkan er, fert tú at fáa eina rúgvu av ymiskum svørum. Tað kann vera alt frá at vera millióningur til at vera forelskaður. Frá eini ferð upp á mánan til at hava góða heilsu. Frá at eiga ein Porche til at njóta ta setandi sólina. Frá at eiga hús á Hawaii til at hava ein kolonihava, o.s.fr. Eg eri púra sannførdur um, at tú skalt leita leingi eftir einum dana, ella fyri alt tað eftir einum menniskja, sum vil svara tær: “At liva Gudi nær er mín lukka!” Ella eitt svar, sum peikar tann vegin.
Men um hetta er tín lýsing av orðinum lukka, ert tú veruliga eitt eydnusamt menniskja. Tá hevur tú funnið lívsins loyndarmál. Tá er Himmalin opin fyri tær. Tá kanst tú siga við sálmaskaldinum í Sálmi 73, at “bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin, … tí Gud er mín klettur.”
Um tað er hin stóra rúmdin ella tær smáu blómurnar, so er alt vakurt og yndisligt skapt av Gudi. Og hugsa tær: Hann er Pápi mín! At liva honum nær er mín stóra lukka!
Himmalski Faðir, takk, at tað er vorðið mín lukka at liva tær nær. Takk, at tú ert mín hjartans Klettur. Vit biðja teg, at tú vilt hella tín Anda út yvir land okkara, yvir Norðurlond, yvir Evropa, so at menniskju steðga á í síni jagstran eftir einari stuttari og fyribils lukku, og staðin fyri uppliva umvending frá vantrúgv til livandi trúgv á Jesus Kristus og ta sonnu, varandi og ævigu lukku, sum tað er at kenna teg. Í Jesu navni biðja og takka vit. Amen! Moses Hansen Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

