HMU – legan 2026
Vikuskiftið 30. oktober til 1. november varð árliga HMU-legan hildin í Nesvík. Legan er ætlað ungum í 8.–10. flokki, og enn eina ferð var undirtøkan góð. Legan var fullteknað, og raskir høvuðsleiðarar og hjálparfólk vóru við til at gera vikuskiftið ómetaliga gott.
Serstakt var eisini, at átta fólk úr Íslandi luttóku á leguni. Talan var um luttakarar og leiðarar, sum høvdu ferðast til Føroya fyri at vera við. Vegna avlýsingar í flogferðsluni fingu tey tíverri ikki komið til Føroya fyrr enn leygardagin. Tey mistu tí ein part av leguni, men náddu kortini at fáa eina góða uppliving av legulívinum og at vera við seinasta partin av vikuskiftinum.
Á leguni var nógv spennandi á skránni. Torleif Johannesen hevði tríggjar talur, sum snúðu seg um, hvør Jesus er, og hvat tað merkir at vera í Jesusi. Talurnar vórðu hildnar á ungdómsmøtunum fríggja- og leygarkvøldið, umframt á einum bíbliutíma leygarmorgunin. Til ungdómsmøtini var eisini nógvur góður lovsangur, og sum nakað serligt var ein nýggjur dansur gjørdur til høvið. Hann varð sera væl móttikin og dansaður fleiri ferðir ígjøgnum alla leguna. Sum partur av ungdómsmøtinum leygarkvøldið var eisini ein lovsangs- og vitniløta. Her fingu luttakararnir møguleika at deila sínar egnu upplivingar við Guði og hoyra frá øðrum.
Seinnapartin leygardagin høvdu Bjarta Á. Arge og Hjalmar W. Arge ein áhugatíma um andaligt parlag.
Fríløturnar vóru merktar av hugna, spølum og nógvum góðum práti. Eitt afturvendandi innslag á HMU-leguni eru kappingarnar millum kømrini. Aftur í ár kundu kømurini kappast í ymiskum smærri kappingum fyri at vinna sær tvær húgvur og eitt steyp. Hetta skapti nógvan spenning, og nógv varð gjørt burturúr fyri at vinna. Kioskin var sjálvandi eisini opin, og har bar til at keypa sær okkurt gott til góman í fríløtunum.
Maturin á leguni var sera góður, og undirhaldið var eisini sera gott. Tey ungu fingu høvið at knýta nýggj vinarbond og njóta góða felagsskapin. Alt í alt var talan um eitt sera gott vikuskifti, har ung savnaðust um Jesus, góðan boðskap, góðan mat og ein gevandi felagsskap.
“Allar myndirnar frá leguni kunnu síggjast her: https://www.mission.fo/myndasavn/“






Trúboðin


