Einki aldursmark er fyri, nær tú kanst vitna

„Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: »Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.« “
Matt. 28,18-20

 

Oddvar Søvik

”Vit høvdu eina møtirøð, og kunngjørt varð frammanundan, at fólk kundu ringja inn bønarevni á eitt ávíst telefonnummar, so bleiv biðið fyri tí. Fólk sótu og tóku telefonina og skrivaðu bønarevnini á smáar lepar. Møtini blivu útvarpað.

Á einum seðli stóð: ”Kunnu tit biðja fyri mær? Eg vil blíva frelst beint nú!”

Oddvar kendi seg leiddan at siga inn í mikrofonina: ”Um tú lurtar, tak so hvønn setning upp eftir mær.” Tá ið bønin var liðug, segði Oddvar: ”Nú hevur tú tikið ímóti Frelsaranum. Nú ert tú frelst. Send inn navn og bústað, so skal eg koma at vitja teg í morgin.”

 

Hann fór. Konan var høgt uppi í 90-árunum. Hon segði, at Gud hevði ofta kallað á seg, og nú hevði hann sagt: ”Hetta er síðstu ferð, at eg kalli á teg!!!”

”Eg havi spilt øll hesi árini burtur, men nú vil eg brúka tíðina, sum eg havi eftir at virka fyri Harran. Gev mær nakrar av hasum traktatunum.” Hon fór so runt í trimum íbúðarblokkum, bankaði uppá og segði: ”Eg havi fingið tað so gott av at lesa hetta. Eg vil, at tit skulu fáa tað líka gott sum eg, tí gevi eg tykkum hesa traktatina.”

Tretivu fólk blivu frelst gjøgnum hennara arbeiði og gingu fast í Meinigheitshúsið. Henda konan var høgt uppi í 90 árunum. Øll kunnu gera okkurt! Effie Campbell