Hvat er ein rættur maður? Mannfólkavikuskifti í Nesvík um góðar tvær vikur
Ein rættur maður! Hann tjenar nógvar pengar, hevur bát og heldur bilin reinan. Hann passar seyð, hevur verið á øllum fjøllum í Føroyum og hevur fleiri frítíðarítriv… Ella er tað alt?
Nú er ein vika farin, síðani børnini og tey ungu fóru í skúla aftur, og tað merkir eisini, at summarlegurnar í Leguhúsinum í Nesvík eru farnar afturum. Men fyri tað er ikki kvirt og tómt í Nesvík! Næstu nógvu vikuskiftini er sum vant hópin av spennandi tiltøkum, hvørt til sín málbólk ella áhugabólk.
Spennandi fyrilestrahaldari
Eitt av hesum tiltøkum er árliga mannfólkavikuskifti 13.-15. september, og í ár verður lagt nógv fyri við spennandi útlendskum undirvísara. Tað er danin Jesper Oehlenschläger, ið skal hava nakrar tímar um, hvat eyðkennir ein rættan mann! Tí tað ynskja allir menn at vera. Jesper er giftur og eigur tvey børn. Hann er prestur, rithøvundur og forstandari á Nordsjællands Efterskole, har fleiri føroyingar hava gingið.

Jesper Oehlenschläger er prestur, rithøvundur og eftirskúlaforstandari
Skráin
Fríggjadagur 13. september
Kl. 18:00 Vælkoma
Kl. 18:30 Nátturði
Kl. 20:00 Bíbliutími: “Rættir menn eru sterkir í náðini” v/ Jesper Oehlenschläger
Kl. 23:00 Turr grind og spik
Kl. 24:00 Andakt
Leygardagur 14. september
Kl. 09:00 Morgunmatur og andakt
Kl. 10:00 Bíbliutími: “Rættir menn leiða og verða leiddir” v/ Jesper Oehlenschläger
Kl. 12:00 Døgurði
Kl. 13:30 Bíbliutími: “Rættir menn liva fyri Jesus” v/ Jesper Oehlenschläger
Kl. 15:00 Fullpower og aðrir aktivitetir
Kl. 18:30 Veitslukvøld við góðum mati og undirhaldi
Kvinnukórið Suð syngur
Kl. 22:00 Sangløta og andakt
Sunnudagur 15. september
Kl. 09:00 Morgunmatur og andakt
Kl. 11:00 Gudstænasta: “Rættir menn hjálpa øðrum” v/Jonhard Jógvanssyni
Kl. 12:30 Døgurði
Kl. 13.30 Vit rudda og takka fyri
Umframt skránna verður vanliga nógv gjørt, fyri at menn í øllum aldri skulu kunna hugna sær saman, kenna seg væl og hava tað stuttligt.
Tekning og kostnaður
Kostnaðurin fyri mannfólkavikuskiftið, har gisting, matur, undirvísing og alt hitt er íroknað, er einans 665 krónur.
Tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding
Freistin at tekna seg er 9. september.