Aðalfundur og leiðaraskifti hjá OM Føroyum
Mánakvøldið 29. apríl var árligi aðalfundurin hjá OM Føroyum (Operation Mobilisation). Aðalfundurin varð lýstur at vera í bygdarhúsinum í Hósvík. Tað var væl av fólki, ið møtti upp til fundin, sum byrjaði klokkan 19:30. Absalon Áargarð, formaður í nevndini, bjóðaði fundarfólkinum vælkomnum og greiddi frá fundarskránni.
Kristiliga Tíðindatænastan v/Poul Jóhan Djurhuus skrivar:
Fyrst á skránni var formansfrágreiðingin. Tað fyrsta, sum formaðurin kom inn á, var at gera upp við siðbundna orðalagið X-OM’ari. Formaðurin segði, “at tað er eingin X-OM’ari til, tí er man einaferð OM’ari, er man altið OM’ari.”
Eisini kom formaðurin inn á tað fíggjarliga hjá teimum, sum fara við OM, og segði, at trupulleikin hjá nógvum ungum er tann vantandi fíggjarligi stuðulin. Formaðurin upplýsti annars, at tað eru fleiri langtíðartrúboðarar við OM í dag.
Logos Hope til Europa?
Í 2020 er tað møguligt, at OM-skipið Logos Hope, sum er gamla Norrøna, kemur til Europa, og nevndi formaðurin samstundis, at tað er ikki óhugsandi, at skipið eisini leggur at í Føroyum, um vitjanin í Europa verður veruleiki. Kristiliga Tíðindasendingin skilti tað soleiðis, at man frá føroyskari síðu fer at royna at fáa Logos Hope at koma til Føroyar í 2020, um so er, at skipið vitjar í Europa.
Eitt umboð fyri OM International vitjaði í Føroyum í fjør og kunnaði um stóru oljunýtsluna hjá Logos Hope. Hetta førdi við sær, at skipið fekk dyggan oljustuðul úr Føroyum í fjør.
Síðani varð roknskapurin lagdur fram. Tað varð lagdur dentur á, at OM Føroyar altíð hevur lagt seg eftir at hava gjøgnumskygni í roknskapinum. Tað varð sagt á aðalfundinum, at OM vil ikki hava deyðan pening á bankakontu, men at peningurin skal koma út í missión.
Leiðaraskifti
Høvuðsmálið á aðalfundinum var leiðaraskiftið. Jóhan Petur Johannesen, sum hevur verið dagligur leiðari hjá OM Føroyum seinastu fýra árini, vildi verða loystur úr starvi. Jóhan Petur varð alment loystur úr leiðarastarvinum á aðalfundinum, og fekk hann nógv vøkur orð við á vegnum. Jens Christian Olsen, fundarstjóri og nevndarlimur, hevði nógv góð orð at siga um Jóhan Petur:
“Tað er við sorgblídni, at vit siga Jóhan Peturi farvæl. Hann er ein persónur, sum dugir at síggja virðið og styrkina í tí einstaka menniskjanum. Hann er loyalur. Hann brennur fyri missión, og hann er altíð vælkomin allastaðni at umboða OM,”
segði Jens Christian Olsen, tá hann vegna OM Føroyar takkaði Jóhan Peturi fyri eitt megnar arbeiði.
Nýggi leiðarin er Danjal av Rana. Danjal er kendur frá Sosialinum, har hann í nøkur ár hevur starvast sum blaðmaður. Danjal segði í síni setanarrøðu, at tá hann var við OM í Budapest í 1996, fekk hann eyguni upp fyri missiónsarbeiði. “Tá eg hoyrdi, at OM Føroyar leitaði eftir nýggjum leiðara, hugsaði eg, at tað var nakað fyri meg.” Dánjal segði víðari:
“Mítt mál við OM Føroyum er at senda út búnar trúboðarar til tey, sum ongantíð hava hoyrt evangeliið.”
Danjal av Rana er í seinnapartinum av trýatiárunum. Hann er giftur við Synnøvu, sum er úr Noregi. Danjal og Synnøve eiga trý børn, og familjan savnast í samkomuni Lívdini í Hoyvík. Hann fekk lyklarnar til skrivstovuna handaðar á aðalfundinum frá Jóhan Peturi, og hann byrjar í nýggja starvinum beinan vegin við skrivstovu á Toftum. Jóhan Petur kemur tó at arbeiða á skrivstovuni saman við Danjali til 1. juli.
Limir
Tað varð upplýst á aðalfundinum, at OM Føroyar hevur 600 gjaldandi limir. Um ein vil tekna seg sum lim, er ein vælkomin at fara inn á heimasíðuna OM.fo, ella á tel 219923, ella við telduposti info.fo@om.org
Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com