Afturum Boxing Day: heiligdagurin við góðgerðum

Í dag halda bretar Boxing Day. Í tí sambandi hava vit hugt eitt sindur at hesum siði, sum bara er í Stórabretlandi og nøkrum av fyrrverandi hjálondunum hjá Bretlandi. Tað leiðir okkum út á eina ferð, har vit møta tjekkiska verndar halgimenninum Wenceslas hinum góða.

Hóast nógv hugsa um eina ávísa harðliga ítróttagrein tá ið tey síggja navnið, so er ein nógv friðarligari meginregla aftanfyri at bretar halda Boxing Day. Tí dagurin hevur einki við ein boksiring, stórar handskar ella sterkar sveittutar menn, sum sláa hvønn annan at gera. Heldur hin vegin.

Tí tað eru ikki avsmurningar, sum verða býttir út á Boxing Day. Í staðin handlar dagurin um at gera væl ímóti øðrum.

Hetta eru øll samd um. Men hetta er stórt sæð tað einasta, tí bretar hava fleiri ymiskar frágreiðingar um hvaðani Boxing Day stavar. Her koma tríggjar góðar frágreiðingar um henda bretska siðin.

Fyrsta frágreiðingin er at Boxing Day fekk navnið tá Victoria drotning ráddi í 19. øld, og er borin av mentanini við ríkum familjum, sum leggja gávur í eskjur at geva teimum fátæku og tænastufólkunum. Tey, sum tæntu aðalinum høvdu plikt til at arbeiða fyri tey á jólum, sum verða hildin 25. desembur í Englandi. Tí bleiv 26. desembur dagurin, tá ið arbeiðsgevararnir góvu teimum eitt slag av eyka løn, við at fylla eskjur við gávum, pengum og restum frá jólunum. Tænararnir kundu so fara heim til familjurnar hjá sær og njóta tær saman við teimum. Eftir hesum ástøðinum merkir Boxing Day eskju dagur.

Á history.com greiða tey frá einum øðrum ástøði. Tey siga at navnið kemur av kassum, sum stóðu í kirkjunum. Hesir vóru nýttir til at savna pening til tey fátæku í sóknini. 26. desembur blivu kassarnir tømdir og pengarnir deildir út. Hetta var gjørt at æra sankta Stefan, sum dagurin eisini eitur eftir í kirkjuárinum. Stefan var fyrsti kristni pínslaváttin, og hann hevur tað orð á sær, at hann gjørdi væl.

Wenceslas hin góði, kongur

Triðja frágreiðingin um “Boxing day” er í sanginum “Good King Wenceslas”. Sangurin er enn ein av væl dámdu jólasangunum í enskt talandi londum. Ein merkisverd søga er aftanfyri sangin, sum hevði verið verd at lisið um jólini.

Hann livdi frá uml. ár 907 til 28. septembur 935, tá ið hann bleiv dripin, eftir boðum frá beiggja sínum Boleslaus hinum Ræðuliga.

Familjan hjá Wenceslas hevði ikki drúgva mentan innan kristnu trúnna. Pápin hevði vent um til kristnu trúnna, og mamman var dóttir leiðaran í einum heidnum ættarbólki – hon vendi um og bleiv doypt í samband við brúðarvígsluna.

Tíverri misti Wenceslsas pápan tá ið hann var stórur smádrongur. Hann var ikki klárur at taka yvir eftir pápan, og tí bleiv stríð um valdið. Mamma Wenceslas bleiv rikin burtur og omman bleiv dripin av sniðdrápsmonnum – tað sigst at hon bleiv kvald í slørinum hjá sær.

Tá ið ein tíð var farin, bleiv friður aftur í økinum, og fólkið í Bøhmen gjørdi av, at tey vildu hava Wenceslas at ráa. Familjan bleiv tikin heimaftur og mamma Wencelas ráddi yvir greivadøminum, inntil ungi greivin bleiv 18 ár. Tá tveitti hann hana út, og rak hana burtur úr greivadøminum. Fyri at sleppa undan stríði bleiv greivadømið býtt ímillum Wencelslas og lítlabeiggjan Boleslaus.

Tann tjekkiska krýnikan

Tað var John Mason Neale, sum skrivaði orðini til jólasangin um Wenceslas í 1853, men lagið er nógv eldri – tað er frá 14. øld og eitur “Tempus adest floridum”. Yrkingin er helst gjørd eftir einari frásøgn, sum krýnikuskrivarin Cosmas úr Prag skrivaði um ár 1119. Hann greiðir í frásøgnini frá, um nakrar hendingar, sum bera við sær, at tann gávumildi Wenceslas kennir tørv á at gera enn meira. Vit lata Cosmas greiða frá og koma mitt inn í søguna:

Dagin eftir, sankta Stefans dag, var nevaleikur í garðinum við slottið. Tónleikur, dansur og hugni helt á allan seinnapartin og um kvøldið – men hjartalagið á hertuganum var ikki við í stuttleikanum. Hann reistist og fór úr veitsluhøllini, út á verjugarðin, at fáa sær fríska luft. Tað var klárt í veðrinum og mánalýsi. Hann hugdi inn ímóti býnum, sum hann hevði vitja dagin fyri. Hann sá ein fátækan bónda ganga eftir bønum. Av og á bukkaði hann seg niður at henta pinnabrenni til bálið.

“Tænari, tænari!” rópti Wenceslas – tí hann var altíð nær hjá. “Gev mær mat av borðinum – teir bestu bitarnar, og vín og eitt sindur av brenni til bálið. Eg ætli mær at fara út at geva hasum manninum tað. Skunda tær, far beinan vegin. Eg bíði við slotsportrið.

LES EISINI  Sjáldan er forvitin fegin

Hertugin gekk oman snaraðu trappurnar, oman í garðin. Tænarin gav honum skinnklæðini og stivlar. “Nei, nei,” segði hann. “Eg fari ikki í hasi”. Í staðin fór hann úr skónum og traðkaði á kavakløddu steinarnar. Føturnir vóru einans vavdir inn í ullintar strimlar.

Tænarin stóð við síðuna av við rossinum.

“Kom við,” segði hertugin við tænaran. “Vit fara til gongu”. Tá ið hann sá at harri hansara hvørki var í frakka ella undir hatti, føldi neyðar tænarin seg at vanvirða hann, tá ið hann lat seg í síni egnu klæði – men harri hansara sá ikki út sum sá hann hetta.

Hertugin og drongurin fóru út um portrið við fullum føvningi av gávum. Tænarin risti við høvdinum. Hann ivaðist ikki í at hertugin var blivin óður í høvdinum, og at hann fór at doyggja í kulda.

Fátæki bóndin var á veg inn ímóti bygdini, og hertugin og drongurin skundaðu sær aftan á honum. Hertugin sá ikki út sum hann legði til merkis at føturnir, sum vóru næstan berir, sukku djúpt niður í kalda kavan. Hann gekk víðari, leiddur av onkrum slagi av yvirmenniskjaligari styrki. Neyðar tænarin føldi kuldan upp ígjøgnum styvlasólarnar og út í allan kroppin. Vindurin beit í andliti og hann gnýggjaði nøsina fyri at forða frostsárum.

“Harri, harri,” rópti hann. “Megin svíkir meg.”

Hertugin hoyrdi hann ikki beinan vegin. Ikki fyrr enn hann rópti: “Eg orki ikki meira,” steðgaði hann. Hann vendi sær á og sá at tænarin var fallin á knæ.

Wenceslas hertugi hugdi at slottinum. Hóast náttin var blivin myrkari sá hann týðuliga síni egnu fótaspor allan vegin til húsa. Hvørt einast spor lýsti sum mánin.

“Góði drongur” segði hann. “Reis teg upp og traðka í míni fótaspor”.

Tænarin, sum var vanur at gera sum hann var biðin, brúkti seinastu megina at reisa seg.

“Hygg her,” segði hertugin. “Hetta er mítt fótaspor. Traðka í tað.”

Drongurin, sum sá ljósabláu skínandi sporini, traðkaði í eitt teirra og síðan traðkaði hann hin fótin í eitt annað. í staðin fyri kulda føldi hann hita og orku streyma ígjøgnum kroppin. Hertugin helt leiðina fram, og drongurin aftaná. Nú kendi hann seg eins fullan av lívi og orku, sum tá ið hann ein góðan várdag gekk á bønum har smálombini spældu sær.

LES EISINI  Ótrúligi jólafriðurin í 1914: - Eg hevði ikki trúð tí, um eg ikki var har sjálvur

Hertugin og tænarin náddu mannin beint áðrenn hann kom inn í bygdina. Teir góvu honum gávurnar. Hann takkaði teimum og signaði teir fyri tær.

Ein góður dagur at gera væl

Wenceslas var sæddur sum pínslavátti og halgimenni næstan beint eftir at hann var deyður. Men hann hækkaði ikki í tign, frá hertuga til kong av Bøhmen, fyrr enn heilagi rómverski keisarin Otto I gav honum heiti tvey ár eftir at beiggin, saman við trimum øðrum, drap hann.

Tað vóru serliga fólk í Bøhmen og Englandi, sum byrjaðu at æra sankta Wenceslas. Ein prædikumaður úr 13. øld segði:

“Eg vænti at tú kennir gerðir hansara betur enn eg kann siga tær frá; tí, sum lesast kann um hann, ivast eingin í at hann hvørja nátt fór úr tignarligu song síni, berføttur og við einans einum tænara, gekk runt til Guds kirkjur og gav álmussu til einkjur, foreldraleys, tey, sum sótu í fongsli og treingjandi.”

Vit vita ikki um Boxing day stavar frá aðalinum, sum pakkaði eskjur við jóla samsýning til tænastufólkini ella prestum, sum tømdu kirkjubússurnar og góvu teimum fátæku í sóknini tað, sum var í, ella um tað vóru góðgerðirnar hjá einum hertuga úr Bøhmen, sum góvu íblástur til dagin.

Men tað ger helst heldur einki. Øll ástøðini hava tað í felag, at tað ræður um at gera næstanum væl, og serliga gera teimum væl, sum hava fingið minni enn vit.

So latið okkum taka hugskotið til okkum: Nýt dagin til at elska Gud av øllum hjarta, sál og sinni og næsta tín sum sjálvan teg. Og um tú ikki heldur at tú orkar tað, ger so sum ungi tænarin, sum fekk orku við at traðka í fótasporini hjá harra sínum. Tí vit hava sanniliga eisini ein Harra, sum gevur megi til tey, sum fylgja Honum og gera Hansara vilja.

Gleðilig jól.

Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað
Rósalind Olsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina