Agi Guds …
Hvør ert tú aftaná, at Gud hevur leitt teg ígjøgnum oyðimørkina?
Her í Guatemala er landslagið merkt av strondum, fjøllum, ja enntá eisini gosfjøllum, men ikki oyðnar og turrar oyðimerkur eins og tær, ísraelar møttu, tá teir fóru úr Egyptalandi og yvirum Reyðahavið til 40 ára skeið í oyðimørkini hinumegin.
Kortini, hvar vit enn eru um allan heimin, so kunnu flest okkara síggja okkum sjálvi í oyðimarkar-kendum royndum ella roynslum í okkara egna fólki, umhvørvi, kirkjum, familjum og lívi. Vit kunnu kanska kenna hetta stríð sum álop frá fíggindanum, sum vit ikki eiga at góðtaka ella upplivingar, vit ikki eiga at skula fara ígjøgnum.
Men pílagrímsferð Ísraels í oyðimørkini aftaná teirra bjarging frá Egyptalandi minnir okkum á, at oyðimørkin ikki bert kemur vegna óeydnu ella álopum fíggindans. Tey kunnu gerast umskapanarroynslur, nýttar av Gudi til okkara besta, um vit fara ígjøgnum tær í trúgv.
Hvat nú, um vit tóku væl ímóti oyðimørkini?
Mál Guds við Oyðimørkini
Í 2.Mósebók síggja vit, hvussu Gud fríaði ísraelska fólkið frá trælalívi í Egyptalandi, og hvussu Hann gav teimum vón at síggja Lovaða Landið. Men eftir á undurfullan hátt at vera farin tvørturum Reyðahavið, meðan tey sóu egyptiska herin fara til grundar í bylgjunum, sá ísraelska fólkið nú ikki Lovaða Landið í sjónarringinum fyri framman, nei, tey sóu eina oyðimørk.
Fór Gud skeivur? Hevði hann roknað skeivt? Hevði hann veruliga ætlað at leiða fólkið út úr Egyptalandi og so taka tey av lívi í oyðimørkini? Greiða svar Bíbliunnar er nei. Oyðimørkin var ikki eitt óhapp ella ein feilur, og tað var ikki eitt prógv upp á, at Gud ikki hevði umsorgan fyri teimum. Í roynd og veru avdúkaði oyðimørkin, at Gud hevði stóra umsorgan og kærleika fyri sínum fólki alla tíðina.
Oyðimørkin var ikki eitt óhapp, og ikki eitt tekin um, at Gud onki legði í tey
Móses mintist aftur á burturferðina, tá hann lærdi nýggja ættarliðið: “Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Guð tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta, hvørt tú vildi halda boðorð hans ella ikki.” 5.Mós.8,2
Oyðimørkin og vantandi tilfeingi av náttúrligari grøði avdúkaði, hvat búði í hjørtum ísraelsmanna og teirra sanna hjarta yvirfyri Gudi. Pastor, Skip Heitzig segði einaferð: “Gud leiddi fólk sítt út úr Egyptalandi, og nú mátti Hann leiða Egyptaland út úr sínum fólki.”
Pína og Lyfti
Skapanarsøgan minnir okkum á, at Gud upprunaliga ikki setti menniskju í eina oyðimørk. Hann skapti Ádam og Evu og setti tey í aldingarðin í Eden, eitt undurfult heim uttan nakað, ið bara líkist turki ella eini oyðimørk.
Men oyðimørkin var ávegis. Bíblian sigur okkum at: “Tess vegna, líkasum syndin kom inn í heimin við einum menniskja og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi seg ígjøgnum til øll menniskju, av tí at tey syndaðu øll. –” Róm.5,12 Syndin førdi menniskja út úr aldingarðinum Eden og inn í eitt øðrvísi stað, út í oyðimørkina. Men Gud, sum kærleiksfullur Faðir, søkir at venda okkara hjørtu aftur til Hann. Tað er hetta, hann gjørdi við ísraelska fólkið í oyðimørkini. Hann rannsakaði hjørtu teirra og agaði teir eins og ein faðir agar son sín. (5.Mós.8,5)
Sami kapittul sigur, “Hann eyðmýkti teg og læt teg líða hungur og gav tær síðan manna at eta, sum hvørki tú ella fedrar tínir vistu um, til tess at vísa tær, at maður ikki livir einans av breyði; men at maðurin heldur livir av øllum tí, sum gongur út úr munni Harrans.” 5.Mós.8,3
Oyðimørkin er eitt stað, har tú verður broyttur. Um oyðimørkin eitur arbeiðsloysi, kirkjutrupulleikar, pína í familjuni, sjúka ella aðrar roynslur, tá tú kemur út hinumegin, tá fert tú antin at líkjast Jesusi meira ella tað øvugta. Tú kanst fara at verða meira búgvin í Harranum og meira kenslusamur yvirfyri rødd hansara – ella møguliga meira beiskur, kaldur og uttan vón. Men tú verður ikki hin sami.
Hvussu kunnu vit so koma út hinumegin og verða meira eins og Jesus? Svarið liggur í Guds uppihaldi og umsorgan fyri okkum.
Breyð okkara í oyðimørkini
Fyri ísraelska fólkið var uppihald Guds manna, eitt ókent og løgið tilfar. Tað verður hildið, at navnið, fólkið gav hesari føði stavar frá hebreiska orðinum “man hu,” ið merkir “Hvat er hetta?” 2.Mós.16,15
Tá tú kemur út hinumegin oyðimørkina, verður tú meira eins og Jesus ella minni
Ísraelska fólkið stúrdi fyri ikki at fáa ítøkiliga likamliga føði, men Gud ynskti relatión og samband við tey. Tí var uppihaldið, manna’in, givin til tey dagliga og ikki vikuliga ella einaferð um mánaðin. Harrin vildi læra sítt fólk – og okkum við eisini í dag – at fram um ítøkiliga likamliga føði er tað av størri týdningi her í lívinum at hava eitt inniligt og bundið samband við Hann.
Í oyðimørkini, har alt, vit kunnu líta á sum okkara trygdarkelda hvørvur ein dag, gerst tað týðiligt, at okkum tørvar Harran. Fólkið, ið doyði úti í oyðimørkini doyði ikki í hungri ella vegna harðleikan í roynslunum, men tí tey ikki trúðu orði Guds.
Tá Móses segði fólkinum frá, at Gud fór at senda teimum manna, segði hann, “og í morgin skulu tit síggja dýrd Harrans, …” 2.Mós.16,7 Við at síggja manna’ina, sóu tey dýrd Guds. Manna’in peikaði til Guds, og Jesus avdúkaði seinni, at hon peikaði á seg sjálvan, á Kristus sjálvan: “Jesus segði við teir: »Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.” Jóh.6,35
Tá tú gongur í oyðimørkini og kennir teg nær samanbroti, falli ella deyðanum, tá kanst tú kenna teg freistaðan til iva og at knarra inn á Gud, meðan tú skjótt gloymir tað undurfulla, hann áður hevur gjørt. Men Gud kallar okkum til at standa ímóti gremjan og vónloysi, so vit kunnu stilla eygu okkara á hann, sum manna’in peikar á: Jesus Kristus.
Meira vitan um vegir Guds er ikki nóg mikið. Kristna lívið snýr seg um at kenna hann persónliga og inniliga hava samband við hann. Oyðimørkin er ein møguleiki at dýpa og betra okkara samband og felagsskap til Kristus, tí hann er sanna og størsta uppihald Guds til síni børn.
Ert tú villigur til at líta á Gud í oyðimørkini? Um so er, so fert tú at síggja dýrd hans.
TGC: Fabio Rossi