Áhugaverdur fyrilestur í meinigheitshúsinum um endatíðartekin

Stórmøtini eru ikki einans kvøldtiltøk. Leygardagin klokkan 13 hevur Bergur Debes Joensen ein áhugatíma í meinigheitshúsinum í Havn. Evnið er “Tekin um endatíðina”, og øll eru sjálvandi hjartaliga vælkomin.

Bergur sigur sjálvur soleiðis um evnið:

– Hvussu verður á síðstu døgum? Nær kemur Jesus aftur? Hvat vita vit? Leygardagin fara vit at nema við síðstu tíðirnar. Endatíðirnar hava altíð hugtikið fólk. Vísindafólk tosa nógv um heimsins enda, og tað ger Bíblian eisini. Skriftin áminnir okkum, og hon troystar okkum viðvíkjandi Jesu afturkomu. Jesus er okkara fremsta kelda til tað, sum kemur at henda. Hann nevnir ymisk eyðkenni við síðstu døgum. Jesus nevnir eitt nú náttúrvanlukkur, Antikrist, trongd og fráfall og annað. Undirvísingin verður tongd at Jesu orðum í 24. kapittli í Matteus-evangeliinum. Best er tí at hava lisið henda kapittul.

Sum nevnt verður spennandi áhugatímin í meinigheitshúsinum klokkan 13 leygardagin 26. oktober.

LES EISINI  Heystmøtir í Meinigheitshúsinum í Havn
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina