Myndarøð: Síðsti dagurin á stórmøtunum

Myndir frá síðsta degnum á Stórmøtunum 2019 í høllini á Hálsi í Havn.

Simbahitt var seinnapartin, har um 1.300 fólk vóru við. Sangfagnaðarkórið sang, Ann Mari E. Kjølbro hevði eitt orð, og Bubu vitjaði. Síðani vórðu øll boðin til nátturða.

Klokkan 18 var so síðsta stórmøtið, har Alfred Petersen talaði um evnið “Mín frið gevi eg tykkum”. Gospelkórið Vox sang, og Símun P. Jacobsen endaði møtið.

Myndirnar tóku Eyðbjørn Jacobsen og Carsten Fonsdal Mikkelsen.

LES EISINI  Stuðla einum meiningsfullum arbeiði fyri børnini og verð við í lutakasti
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina