Tøkk!

Í samband við stórmøtini 2019 vil Kirkjuliga Heimamissiónin bera eina hjartans tøkk til øll, sum vóru við til at gera hetta stóra tiltak møguligt!

Takk til øll, ið vóru við til at fyrireika, og til tey, sum tóku eina hond í við øllum teimum óteljandi uppgávunum, sum eru í samband við eitt so stórt tiltak.

Takk til øll fyri beinasemi, vælvild, áhuga, forbøn og stuðul á so ymiskan hátt.

Takk til fólkini í fyrireikingarbólkinum.

Takk til Meinigheitshúsið í Havn og Kirkju- og missiónshúsið á Argjum.

Takk til øll, sum møttu upp til tiltøkini. Størstu tøkkina eigur Gud.

Um Gud vil og vit liva, so verða næstu stórmøtini í høllini á Skála í døgunum 6. til 8. november 2020.

 

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina

Andrias Magnussen, aðalskrivari

LES EISINI  Stroyming av stórmøtinum sunnukvøld
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina