Alt fleiri danskir studentaskúlar seta í gildi forboð at savnast til átrúnaðarligar fundir. Brot á Grundlógina sambært serfrøðingi
“Nakrir skúlar hava rætt og slætt ikki tikið atlit til Grundlógina og fyrisitingarligar meginreglur, tá teir settu hesar reglur í gildi” heldur advokatur og lektari í stýrisskipanarrætti, Klaus Josefsen.
Forboðini ella avmarkingarnar av øllum átrúnaðarligum virksemi finnast við ymsum orðingum á fleiri donskum studentaskúlum, m.a Egaa Gymnasium og Aarhus Katedralskole, har orðingarnar eru meinlíkar. Her ljóðar teksturin, at fyri at sleppa sær undan ósemjum og trætum millum ymsar átrúnaðarligar fatanir er útinnan av átrúnaðaligum virksemi, boðan og líknandi ikki loyvd á skúlunum.”
Sleppa ikki at møtast
Skilhaldsreglurnar er ein kelda til stóra frustratión fyri felagið, KFS (Kristelig Forbund for Studerende). Felagið hevur nógvar limir, ið kring landið møtast til lesnað, samrøður oa um Bíbliuna á ymsu miðnámsskúlunum, eisini studentaskúlunum, men sum orsakað av íkomnu skilhaldsreglunum ikki longur sleppa at møtast, sigur aðalskrivarin í KFS, Jakob Højlund.
KFS hevur leypandi roynt at fingið greiði á henda spurning við at seta seg í samband við avvarðandi stundentaskúlar. Í fleiri førum hevur KFS als ikki fingið nakað svar yvirhøvur. Rektarin á Egaa Gymnasium er endurgivin fyri at siga, at “vit javnviga støðugt ymisk sjónarmið, ynski og atlit, sum næmingabólkar umboða og vit hava – halda vit sjálvi – funnið fram til eina góða javnvág”. Tað er í mun til ymsu studentaskúlarnar ógreitt, hví teir hava gjørt av at seta skilhaldsreglurnar í gildi, men sambært aðalskrivaranum í KFS, Jakob Højlund, so kann hetta vera grundað ávís gomul mál. “Vit vita um einkult mál uttanfyri KFS, har lesandi hava skapt trupulleikar í átrúnaðarligum samanhangi, og hesar íkomnu trupulleikar skulu skúlarnir handla uppá”. Men Jakob Højlund skilir ikki, at skúlarnir seta inn við at avmarka frælsið at møtast um trúgv sína hjá øllum næmingum.
Møguligt Grundlógarbrot
Fyrsti studentaskúlin í Aarhus, ið setti slíkar skilhaldsreglur um átrúnað í gildi, var Langkær Gymnasium, sum í dag hoyrir til Aarhus Gymnasium. Hetta hendi í 2016, eftir at ein muslimskur næmingabólkur fleiri ferðir hevði skipað fyri felagsbøn á studentaskúlanum. Hetta hendi í kjalavørrinum á, at almenna kjakið um verðsliðgering longu tók dik á seg í 2006, og har fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen tá flutti fram, at hann ynskti allan átrúnað út úr almenna rúminum.
Men hóast ávísir bólkar og serlig mál skapa trupulleikar, so heldur Klaus Josefsen tað vera sera ivasamt at trýsta ígjøgnum eitt totalt forboð ímóti átrúnaðarligum virksemi á studentaskúla. Slíkt totalt forboð er heimilað og grundað, um aðalvirksemið er í vanda, te um studentaskúlin ikki fær undirvíst. Les “her eru vit ikki í hesum máli”.
Í almennu fyrisitingini, herundir eisini á studentaskúlunum, eigur serligt atlit at verða tikið til Grundlógina og meginreglurnar í euvopeiska mannarættindasáttmálanum um grundleggjandi rættindi sum trúarfrælsi. Tess meir grundleggjandi rættindi, tú ger inntriv í, tess betur skal grundgevingin vera. Um tú hevur ein ítøkiligan trupulleika á tí einkulta skúlanum, so skal hann loysast, men tað má vera soleiðis, at tú ávirkar trúarfrælsi minst møguligt.” Sigur Klaus og heldur fram. “Tað merkir, at tað er í stríð við Grundlógina og Europeiska mannarættindasáttmálan, um tú bert ger av at taka hin stóra hamaran og seta bann í gildi ímóti øllum, ið hevur við átrúnað at gera, bæði um tað snýr seg um ítøkiligar trupulleikar, men serliga, um tú ikki hevur ein ítøkiligan trupulleika so at reglurnar tá hava dám av at vera fyribyrgjandi.
Siðmenning í vanda
Hesa meting er fyrrverandi bispur í Viborg Stift, Karsten Nissen grundleggjandi samdur í og heldur harumframt, at hetta gongur út yvir møguleikanum fyri siðmenning á studentaskúlunum. “Eg minnist aftur á egna studentaskúlatíð, at tað hevði stóran týdning fyri meg og mína siðmenning, at eg hevði møguleika fyri at møta ungum, ið høvdu ymisk sjónarmið og ymiska sjón á kristindómin. Eftir mínum tykki gevur hetta rúm fyri at menna sínar egnu støðu og egna fatan av eitt nú kristnu trúnni í samskifti við onnur. Eisini saman við ungum, ið síggja øðrvísi uppá viðurskiftini enn ein sjálvur ger. Hetta er alt partur í siðmenningini og í tí at vera ungur og nema sær eina útbúgving. Um tú bert bannar hesum møguleika fyri siðmenning, ja so útihýsir tú eisini í síðsta enda ein sera týðandi part av mannalívinum og at vera eitt menniskja á hesum studentaskúlum.”
Karsten Nissen leggur afturat, at hann sær slíkar reglugerðir og forboð sum partur í einum størri ráki. Seinastu 20 árini hevur átrúnaðurin verið ein stórur partur av politiskum ósemjum og stríði, bæði her hjá okkum og úti í heimi. Tí hava politikkarar og onnur í almenna kjakinum virkað fyri, at átrúnaðurin fyllir alt minni. Vit eru satt at siga vorðin stúrin fyri átrúnaðinum og fyri, hvussu átrúnaðurin ávirkar samfelagið. Hetta haldi eg, er høvuðsorsøkin til, at studentaskúlarnir velja at seta í gildi forboð, har tú bannar alt átrúnaðligt virksemi undir einum.
Andsfrælsi týdning fyri KFS
“Rúm fyri meining” hevur í nógv ár verið loysanarorð hjá KFS(Kristelig Forbund for Studerende). Hóast kall og missión okkara altíð fer at vera at “kenna Jesus og gera hann kendan” millum studentarnar, so er kjarnuvirði okkara eisini, at her skal vera rúm til at tosa um meining og rúm til at halda ymiskt í samfelagnum, ella sagt við einum gomlum orði, andsfrælsi. Hetta andsfrælsi vil KFS stríðast fyri, tí tað umboðar virði, sum eru hótt og avbjóðað í okkara tíð, nú alt fleiri ungdómsskúlar velja at áseta skilhaldsreglur, har átrúnaðarlig átøk verða skerd ella heilt bannað og grundleggjandi rættindi traðkað undir fót.
Sambært KFS hevur nærleikin og persónligt samskifti og at hyggja hvønn annan í eyguni avgerandi týdning. Spurd hví KFS gevur meining siga tey ungu, at “tað er eitt frírúm”, har spurningar og ivamál koma upp, og har tað er rúm fyri øllum. Eitt stað, har tað er rúm fyri at tosa um meining, til at biðja saman, trúgva saman, ganga saman.
Tí berjast vit fyri “rúm fyri meining”. Tí stríðast vit fyri andsfrælsinum í okkara tíð!
Kelda: Kristelig Dagblad. Jacob Weinkouff Hansen og KFS