Andakt til tey gomlu 13

“Ikki er gott, at maðurin er einsamallur!”

(1 Mós 2,18)

Hetta eru orð av Guds egna munni, áðrenn hann skapti Evu til at vera “medhjálp” hjá Ádami. Tó hevur Gud dømt mong bæði menn og  kvinnur at vera einsamøll alt lívið. Eitt margfald av menniskjum, bæði kvinnum og monnum gerast einsamøll alt lívið, hóast tey minni enn so hava verið einsamøll alt lívið, tey hava tvørturímóti havt bæði hjúnafelaga og børn. Kanska gerst einsemið allermest beiskt júst fyri teimum. Teirra lív kann gerast bæði sorg og saknur. Tøgnin um tey, er tung at bera. Gud talar satt: “tað er ikki gott, at maðurin er einsamallur.” Einsemið er sum ein tung byrða.

Hví skipar tá Gud tað so út av lagi fyri nøkur menniskju? Nú mugu vit ikki halda, at vit nakrantíð fara at gjøgnumskoða Guds ætlanir. “Sum himinin er hægri enn jørðin, so eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara,” sigur Gud við Jesaja profeti. (55,9) Men í frelsusøguni, sum vit hava í Bíbliu okkara, er ein hóming, sum tó ikki sigur so lítið. Framum alt tað, sum frelsari okkara sigur um seg sjálvan í Matt 11,29..f “Takið á tykkum ok mítt og lærið av mær, tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.”

LES EISINI  Fatanardýpið

Tað merkir, at tann byrði, vit stynja undir og seta spurning við og ger okkara álit á Gud minni, hon eigur at lætta okkum vegin, byrðin verður tí eitt ok, ið ikki tyngir, men tvørturímóti lyftir okkum upp. Taka vit sjálvi byrðuna úr frelsarans hond, so fer tann dagur at koma, at vit fara at takka fyri hana.

“Tú, sum hevur teg mær givið, gævi, at í tær eg livi, búgv í mínum hjarta inni, so tú mær í sál og sinni er hin trygga akkersgrund.” Slb. 174,7.

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina