Aftur til forsíðu

Andakt til tey gomlu 12

Andakt til tey gomlu 12

Latum okkum ikki sova eins og hini, men latum okkum vaka og vera ódruknir.

(1 Tess 5,6)

Við tað at Guds orð mangar ferðir endurtekur ímóti fyllskapi, so skal hetta verða skilt bókstaviliga. “Drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir ólýggjaskap við sær; men verðið fyltir av Andanum. (Ef 5,18) Men her í brævinum til tey í Saloniki, er edrúur tað øvuta av at vera drukkin. Hvørji eru tá “hini”, tey druknu, tey svøvntungu? Tað eru øll tey, ið einki mál hava við lívinum. Tey ætla sær ongan veg. Tey hava einans eitt myrkt  hol í jørðini framman fyri sær. Tey eru sum ein drukkin maður, ið fer sleingjandi higar og hagar uttan mið ella mál. Tey eru sum ein, ið gongur í svøvni og veldur sær sjálvum at enda skaða og ógævu.

At vit eru soleiðis stillað, hóast skapað í Guds egnu mynd, gjørdi, at Gud gjørdi vart við seg og sendi okkum sín egna son. Hann, sum vit í jólasálmunum m.a. syngja um – “tað hann so sárt í hjarta skar, at verøld øll í vanda var, og menniskjan fór illa..”

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 10

Jesus kom, og nú hava vit eitt mál við okkara lívi. Við Jesusi sum ljós og vegur, er alt vorðið annaðleiðis. Nú er ein meining við øllum. Nú hevur lívið fingið eitt mál. Stjørnan, vit stýra eftir, fellur ikki. Vit vita, hví vit eru her. Vit vita, hvørji okkara ørindi vit hava í lívinum. Vit ána eisini, hví vit eru vorðin gomul, og hví Gud letur okkum vakna til ein nýggjan dag. Hann hevur brúk fyri okkum her, annars hevði hann ikki gjørt tað. Tí kunnu vit frá morgunstundini við Símuni av Skarði siga:

“Styrk tú og styðja oss, fast vit tá stá, stríða og sigra í stríðum! Frelsari vár, tú skalt æruna fá, nú og í ævigum tíðum.” Slb. 545,6

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Undanfarna grein

Bókahandilin hevur fingið nýtt búmerki.

Les grein

-Um leið tín liggur í myrkri-.

Les grein
Næsta grein
A+